6858.22 - Undirvísing og læring – ískoyti Evnisarbeiði – tvørgreinalig undirvísing


Skeiðsnummar
6858.22
Heiti
Undirvísing og læring – ískoyti Evnisarbeiði – tvørgreinalig undirvísing
ECTS
5
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at fáa tann lesandi at síggja lærumøguleikarnar í evnisarbeiði og øðrum tvørgreinaligum undirvísingargongdum. Skeiðið er rættað ímóti grund- og miðdeild fólkaskúlan.
Innihald
Skeiðið er í 4 pørtum. • Fólkaskúlalóg og galdandi námsætlanir • Tvørgreinaligar lærutilgongdir • Evnisarbeiði – arbeiðsháttur og endaúrslit • Dømi um ítøkiligt evnisarbeiði
Læru- og undirvísingarhættir
• Sjálvlestur • Vegleiðing
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat føroyska fólkaskúlalógin og galdandi námsætlanir siga um tvørgreinaliga undirvísing í fólkaskúlanum • greiða frá, hvat eyðkennir evnisarbeiði sum undirvísingartilgongd • meta um nær evnisarbeiði er ein hóskandi arbeiðsháttur í fólkaskúlanum • vísa við ítøkiligum dømum, hvussu eitt evnisarbeiði kann leggjast til rættis í grunddeild og/ella miðdeild fólkaskúlans.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva. Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson