6952.21 - Ítróttur III – Starvslæra


Skeiðsnummar
6952.21
Heiti
Ítróttur III – Starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini og hava ítrótt sum linjugrein.
Endamál
Endamálið við starvslæruni er, at tann lesandi vinnur sær royndir at undirvísa næmingum fólkaskúlans í ítrótti og rørslu.
Innihald
Skeiðið er í trimum samføstum pørtum • At fyrireika starvslæru við undirvísing í ítrótti - námsætlan - ársætlan - undirvísingarevni - undirvísingartilfar - undirvísingarhættir - næmingalagað undirvísing - samstarv við leiðslu og starvsfelagar • At undirvísa í ítrótti og virka í starvslæruni - at stýra einum flokki - at leggja støði - at gera undirvísingina innihaldsríka - at skapa góð sambond við næmingarnar - at samstarva við leiðslu og starvsfelagar • At eftirmeta starvslæruna - at meta um, hvat næmingarnir fingu burturúr - at meta um egna undirvísing - at meta um samstarvið við leiðslu og starvsfelagar
Læru- og undirvísingarhættir
• Upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum • Bólkaarbeiði • Bólkavegleiðing • Starvslæra • Uppgávuskriving
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at greiða frá, hvat næmingarnir skulu læra í ítrótti • at leggja til rættis og framvísa eina undirvísingarætlan, ið fevnir um millum 4 og 10 undirvísingartímar • at meta um, hvat undirvísingartilfar er vælegnað í ítrótti, og hvat undirvísingartilfar ikki er so vælegnað • at taka støðu til, hvørjir undirvísingarhættir eru vælegnaðir í ítrótti, og hvørjir ikki eru so vælegnaðir • at meta um, hvussu ein kann skapa eitt næmingalagað undirvísingartilboð í ítrótti, sum leggur upp fyri menning hjá einstaka næminginum á tí menningarstigi hann er, eisini um tað eru næmingar við serligum avbjóðingum ella serligum hegni • at hugleiða um og at vísa við dømum, hvørjar avbjóðingar ein lærari, ið undirvísir í ítrótti, kann renna seg í • at eftirmeta starvslæruskeiðið
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina stutta uppgávu (millum 6 og 8 blaðsíður + fylgiskjøl). Uppgávan varpar ljós á starvslærutíðarskeiðið og starvslæruroyndirnar. Uppgávan verður vard munnliga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbókmentir 1) Mohr & Hanusardóttir: Fysiologi, 1. útg 1. uppl. 2013, Nám 2) Rønholt & Peitersen: Idrætsundervisning, 2. útg. 5. uppl. 2017, Institut for Idræt 3) Hovgaard: Aktivitetsudvikling i idræt, 1. útg. 2. uppl. 2019, Samfundslitteratur 4) Storm: Den gode idrætslærer, 1. útg. 1. uppl. 2013, Hans Reizels Forlag. 5) Gjerset: Idrættens træningslære, 3. útg. 1. uppl. 2019, Munksgaard Harumframt eru framløgur, brot úr bókum, greinar, podcasts, videoir v.m. og lestrarlistin verður fullfíggjaður í skeiðnum.
Ábyrgd
Helgi Winther Olsen