6953.21 - Ítróttur IV - Svimjilæraraprógv


Skeiðsnummar
6953.21
Heiti
Ítróttur IV - Svimjilæraraprógv
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi vinnur sær førleikar at undirvísa í svimjing við ástøðiligari vitan um grundleggjandi førleikar og møguleikar at tillaga fjølbroyttar venjingar og spøl í vatni. Tann lesandi skal eisini menna sín lívbjargingakunnleika og kunna veita lívbjargandi fyrstuhjálp.
Innihald
Royndirnar í verkligum hegni fevna um 1. 1000 m frí svimjing uttan at steðga. Í mesta lagi 30 min. 2. 100 m bringusvimjing, 100 m crawl, 100 m ryggcrawl, 50 m høga og lága ryggsvimjing og 25 m firvald. Startur og vending fyri hvønn av svimjiháttunum verður víst. 3. Lop av 1 m vippu, har víst verður kaving og fýra ymisk lop, har eitt er við rotatión. 4. Sjálvbjargingarskrá við venjingum, ið nýtast á sjónum og vøtnum. Lop av vippu í klæðum, lata seg úr útií, hvíldarsvimjing, tøvingarstøðu og flóta í minsta lagi 2 min. 5. Lívbjarging, har bjargarin í klæðum skal megna at: a. Svimja 25 m og síðani kava tvær ferðir á rað frá tøvingarstøðu eftir luti (minst 5 kg) á botni (minst 3 m) og bjarga hesum 25 m. b. Kava frá hyljartrom og svimja beina leið eftir luti á botni á 3-4 m dýpi umleið 10 m frá tromini og bjarga lutinum inn aftur til tromina. c. Bjarga fólki, ið ímyndar persón uttan vit, 50 m. Tíðin, ið nýtt verður til at bjarga, má í mesta lagi vera 3 min. d. Bjarga móðum svimjara 25 m. Vístir verða 2 ymiskir bjargingarhættir. Tann bjargaði verður sissaður og bjargaður inn til hyljartromina og tikin upp á land. e. Gera verkligar royndir í stigvísari fyrstuhjálp á fólk uttan vit. Eisini skal tann lesandi vera førur fyri at geva hjartamassasju á dukku og vita, hvussu trygdarútgerðin í svimjihøllini verður nýtt.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður í verki í svimjihøll við venjing, framvísing, tillaging v.m., sum verður stuðlað av ástøðiligari frálæru í svimjihøllini og sjálvlestri. Í starvsvenjingini leggur tann lesandi í bólki við øðrum lesandi til rættis undirvísing, útinnir hana og eftirmetir í bólki, munnliga og skrivliga.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: - vísa og greiða frá ymsu svimjihættunum crawl, ryggcrawl, bringu og firvald - leggja til rættis, útinna, eftirmeta og tillaga fjølbroytta svimjivenjing fyri børnum, ið lærir tey grundførleikar og mennir teirra tryggleika og ynski at røra seg í vatni - lýsa tær reglur, ið eru galdandi á trygdarøkinum í svimjihøll og veita neyðuga lívbjarging og fyrstuhjálp
Próvtøkuháttur
Próvmetingin í skeiðnum er bygd á verkligar royndir, starvsvenjing og eina skrivliga uppgávu. 1. Tann lesandi skal standa verkligu royndirnar sum eru lýstar í innihald og duga at greiða frá ástøðiliga um svimjihættirnar munnliga. 2. Í starvsvenjingini undirvísir tann lesandi í bólki við øðrum lesandi skúlanæmingum. a. Tann lesandi fyrireikar ætlanir fyri starvsvenjingini við støði í svimjididaktiskum ástøði. b. Tann lesandi bæði eygleiðir og undirvísir. 3. Í skrivligu uppgávuni lýsir tann lesandi ætlanir, eygleiðingar og heildarlýsing av starvsvenjingini, og vísir kunnleika um didaktist ástøði, grundleggjandi aktivitetsformar og aktivitetsútvikling (AU) í svimjing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
• Moderne Svømning, Dansk Svømmeunion, Ebók • Hovgaard: Aktivitetsudvikling i idræt, 1. útg. 2. uppl. 2019, Samfundslitteratur • Svimjisamband Føroya, Svimjiskúlin, 58 svimjispøl og ein søga • Svimjisamband Føroya, Svimjiskúlin, Merkjaskipanin Harumframt eru framløgur, brot úr bókum, greinar, videoir v.m.
Ábyrgd
Helgi Winther Olsen