7017.20 - Mál og lesimenning


Skeiðsnummar
7017.20
Heiti
Mál og lesimenning
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri lesimenningina hjá barninum. Tey lesandi fáa kunnleika um mál- og lesimenning og fyribyrging av lesitrupulleikum so tíðliga sum gjørligt.
Innihald
Innihald: - Máltøka og málmenning - Fyribyrgjandi átøk - Málslig menning sum grundarlag undir lesiførleikum - Lesing og lesihættir - Fyritreytir fyri lesiførleikum - Lesivanar og førleikar - Ymiskt tilfar, bæði lesitilfar og kanningartilfar
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, fjarundirvísing, studentaframløgum, kjaki og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - lýsa grundleggjandi tættir í máltøku hjá børnum - greiða frá týdninginum málsliga menningin hevur fyri lesimenning - duga at vísa á tekin um vandamál í mun til grundleggjandi mál- og lesimenning - greiða frá hugtøkum innan lesitilognan og byrjanarlesing - lýsa tilfar sum verður brúkt í tí føroyska læruumhvørvinum til børn undir skúlaldur og í innskúling.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í bólkum. Endurpróvtøka er sami háttur.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar. Grundbøkurnar eru: Carsten Elbro: Læsning og læseundervisning
Ábyrgd
Sissal Maria Rasmussen