7046.21 - Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum


Skeiðsnummar
7046.21
Heiti
Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum
ECTS
20
Fortreytir
Tann lesandi skal verða innskrivaður til læraralestur
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skulu fáa innlit í tær grundhugsanir, ið halda fólkaskúlanum og fólkaskúlaskipanini uppi. Hetta eru hugsanir um uppgávu skúlans í samfelagnum. Hetta eru hugsanir um sambandið næming/lærarar og næming/næming. Hetta eru hugsanir um siðvenjur, ið eru verdar at varðveita og alt tað nýggja, ið tekur seg upp.
Innihald
Skeiðið er skipað rundan um hesi evni: 1. Hin føroyski fólkaskúlin – fyrr og nú 2. Fjølbroytt pedagogisk ástøði 3. Næmingurin í fólkaskúlanum – nútíðarnæmingurin og næmingatýpur. 4. Lærarin í fólkaskúlanum – og læraraleiklutir 5. Siðvenjur, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, ið hava mynda føroyska samfelagið og fólkaskúlan. 6. Grundleggjandi etisk ástøði, etisk menning og yrkisetikkur
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: Styttri og longri læraraframløgur, lesiringar, næmingaframløgur av ymiskum slag, ymiskar skrivivenjingar og styttri evnisarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá høvuðsgongdini í føroyskari skúlasøgu - hugleiða um skúlans uppgávu við støði í viðurkendum pedagogiskum ástøðum - undirvísa bólkalimum í ymiskum úrvaldum evnum - greiða frá hvørja uppgávu og skyldu føroyskir fólkaskúlalærarar hava - greiða frá myndanaruppgávu skúlans - greiða frá ymiskum læraratýpum og leiklutum - meta um sína egnu læraramedferð og persónsmensku - lýsa tann mun, ið kann vera millum næmingar, ið sita lið um lið í fólkaskúlanum - taka støðu til hvønn leiklut ymsar siðvenjur, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, hava í føroyska samfelagnum, serliga innanskúla í myndanaruppgávu skúlans - geva dømi um og samanbera grundleggjandi hugtøk og siðvenjur í siðalæru - geva ítøkilig dømi um, hvussu ein sjálv/ur hevði loyst úrvaldar etiskar avbjóðingar, ið kunnu taka seg upp inni í flokshølinum og uttanfyri flokshølið
Próvtøkuháttur
Próvtøkuhátturin er skipaður í trimum pørtum. Fyrsti partur er munnlig framløga í lívsáskoðan og siðalæru. Hesin partur telur 1/3 av próvtalinum. Annar og triði partur eru í námsfrøði og didaktikki: - Munnlig framløga í einum úrvaldum undirvísingarevni. Framløgan er partur at undirvísingini og verður hildin í ienum undirvísingartíma (Framløgan er kravd og ein fyritreyt fyri at sleppa til próvtøku í triðja partinum. - Skrivligt einstaklinga avrik, har lesandi skulu svara nøkrum givnum spurningum. Annar og triði partur telja 2/3 av próvtalinum. Nærri verður greitt frá samansettu próvtøkuni, tá skeiðið byrjar. Allir partar av próvtøkuni skulu standast. Um lesandi ikki stendur ein part, er neyðugt at fara til endurpróvtøku í tí partinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Rúna í Skála