7047.21 - Undirvísing og læring III – Didaktisk ætl og didaktiskar avbjóðingar


Skeiðsnummar
7047.21
Heiti
Undirvísing og læring III – Didaktisk ætl og didaktiskar avbjóðingar
ECTS
20
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi skal fáa innlit í, hvat eyðkennir lærarayrkið, og hvørjar námsfrøðiligar, sernámsfrøðiligar og didaktiskar uppgávur ein lærari skal loysa gjøgnum dagin, vikuna og árið. Harumframt skal tann lesandi fáa eina fatan av, hvussu lærarar samstarva við (1) leiðslu skúlans, (2) starvsfelagar, (3) foreldur og onnur avvarðandi.
Innihald
Skeiðið er í 9 pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frálíður. Partarnir eru hesir: - Lærarayrkið – millum tað fakliga, tað pedagogiska og tað persónliga - Námsætlan og ársætlan - Innihaldið í undirvísingini – lærubøkur og lærubókaskipanir - Undirvisingarhættir – frá auditorium til laboratorium - Eftirmeting, próvtøkur og próvtøl - Foreldrasamstarv – viðtal, fundir og heimaarbeiði - Toymissamstarv – flokstoymi, faklig toymi og tvørprofessionel toymi - Flokslærarin – tann serligi lærari í skúlanum - Sernámsfrøðiliga økið – sernámsfrøðiligar avbjóðingar, sernámsfrøðiligar stuðulstænastur og sernámsfrøðiligar undirvísingartilgongdir
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta fjølbroyttar undirvísingarhættir: Fyrilestrar, cooperativar undirvísingargongdir, kjakbólkar, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, framløgur í smærri bólkum, styttri evnisrættaðar uppgávur, styttri spurdómsvendar uppgávur, spurning/svar-uppgávur, repeteringsvenjingar. O.a..
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at tosa opið, erligt og skikkað um lærarayrkið og tær avbjóðingar, sum eru ein samfastur partur av lærarayrkinum • at greiða frá, hvussu ein árs-, viku- og dagsætlan kann leggjast til rættis • at vísa á, hvørjar lærubókaskipanir eru til at taka – og kunnu viðmælast – í ymiskum lærugreinum og á ymiskum floksstigum • at lýsa ymiskar undirvísingarhættir og at taka støðu til, nær ein háttur er betri egnaður enn ein annar • at hugleiða um ávegiseftirmeting og endaliga eftirmeting og meta um, hvussu ymiskir eftirmetingarhættir kunnu nýtast skynsamt í skúlanum • at seta orð á, hvørjar uppgávur flokslærarin skal taka sær av • at hugleiða um, hvussu ávíkavíst eitt gott foreldrasamstarv og eitt gott toymissamstarv kann skipast • at greiða frá sernámsfrøðiliga økinum og at vísa við dømum, hvussu ein lærari kann arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum í fólkaskúlanum
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: Tá ið skeiðið er hálvrunnið, skulu tey lesandi hava eina PP-framløgu, ið snýr seg um eina ítøkiliga sernámsfrøðiliga avbjóðing í fólkaskúlanum. Við skeiðslok skulu tey lesandi til munnliga próvtøku. Próvtøkan er skipað soleiðis, (1) at tey lesandi møta á útbúgvingarstaðnum og draga ein spurning, ið tekur støði í 2. ella 3. av høvuðsevnunum í skeiðnum. (2) at tey lesandi fáa 48 tímar til at fyrireika eina munnliga framløgu, ið hevur til endamáls at svara próvtøkuspurninginum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tit fáa fullfiggjaðan lestrarlista, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson