7138.20 - Føroyskt grundskeið, annar partur


Skeiðsnummar
7138.20
Heiti
Føroyskt grundskeið, annar partur
ECTS
5
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa í máli í 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Rættskivingarreglur og orðalagslæra • Orðaflokkar, eyðkenni og virkisháttur • Málnýtsla og málvariatión
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • Brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki • Greina setningar og sambondini ímillum liðirnar • Stava síni skrivligu avrik rætt • Orða seg greitt og neyvt í skrivligum avrikum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 6 tímar í rættskriving, bendingarlæru, orðalagslæru og ástøði um mál. Í metingini er førleikin í staving og málburði partur av tí, sum verður mett, hóast høvuðsdenturin verður lagdur á tað fakliga innihaldið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen