7139.20 - Føroyskt grundskeið, triði partur


Skeiðsnummar
7139.20
Heiti
Føroyskt grundskeið, triði partur
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Talumál og skriftmál • Narrativitetur • Málsøga og málbroytingar • Purisma • Málføri • Mál sum samskiftisamboð • Tekstasløg og háttaløg • Greiningaramboð • Skriving og skrivinámsfrøði • Mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • greina munin á talu- og skriftmáli • greiða frá málsøguni, málvariatión, málførum, málbroytingum og purismu • greina ymisku bókmentaligu háttaløgini • at skyna á og at gera mun á ymiskum tekstasløgum • brúka hóskandi greiningaramboð í mun til tekstaslag • greina barnabókmentir • brúka og greina frásagnarhættir og ymsar stíllegur • brúka ymiskar skrivinámsfrøðiligar arbeiðshættir • rætta, bøta og menna skrivlig næmingaavrik • greiða frá rættingum og ábótum • brúka akademiskt skrivingarlag • orða seg greitt og neyvt í skrivligum avrikum • megna at brúka málið sum samskiftismiðil á hóskandi hátt í ymsum støðum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen