7388.21 - Kristnikunnleiki og átrúnaður I – Innleiðsla í lærugreinina kristnikunnleiki


Skeiðsnummar
7388.21
Heiti
Kristnikunnleiki og átrúnaður I – Innleiðsla í lærugreinina kristnikunnleiki
ECTS
15
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at kunna tann lesandi um lærugreinina kristnikunnleiki í fólkaskúlanum. Harumframt skal tann lesandi gerast tilvitaður um møguleikar og avmarkingar, sum fólkaskulalógin og galdandi námsætlan seta fyri lærugreinina og læraran. Tann lesandi skal eisini fáa grundleggjandi innlit í religionsdidaktisk ástøði og háttaløg. Sum framhald av hesum skal tann lesandi arbeiða við ástøðiligum religiónsdidaktiskum tilviti viðvíkjandi grundreglunum í átrúnaði, lívsfatan og siðfrøði.
Innihald
Skeiðið er samansett av fimm høvuðspørtum og verður uppbýtt eftir fylgandi evnum: - Kristnikunnleiki sum lærugrein í fólkaskúlanum (fólkaskúlalógin og námsætlan). - Religionsdidaktikkur (ástøði og háttaløg) - Átrúnaður (religiónsheimspeki við denti at teimum klassisku avbjóðingunum innan kristna gudfrøði). - Lívsfatan (lívsfatanir við áherðslu á kristin grundvirðir, humanismu, sekularisering, vísund, nátturðu og umhvørvi). - Siðfrøði (siðfrøðin lýst út frá bíbilskum, lutherskum og modernaðum fortreytum. Harafturat verður siðfrøðin lýst út frá einum altjóða høpi)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði og bólkakjak, einstakar og bólkaframløgur, skrivligar heimauppgávur, uttanhýsis undirvísarar.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna - at greiða frá, hvussu námsætlanin í kristnikunnleika er uppbygd - at greiða frá hvørja uppgávu lærarar, ið undirvísa í kristnikunnleika, skulu útinna fyri samfelagið og skúlan Tínæst skal tann lesandi vera førur fyri - at meta kritiskt um ymisk religiónsdidaktisk ástøði og háttaløg - at grundgeva fyri nær eitt háttalag ella ein undirvísingartilgongd er betur egnað enn ein onnur Til seinast skal tann lesandi vísa, at hann dugir - at gera skilna á grundleggjandi meginreglum innan vesturlendskan átrúnað. Hetta umfatar millum annað: (1) lívfatanir við atliti at kristindómi, vísind og humanismu í 21. øld, (2) siðfrøðiligar stevnur í einum bíbilskum, lutherskum, modernaðum og altjóða høpi og (3) grundleggjandi gudfrøðiligar spurningar innan vesturlendskan kristindóm.
Próvtøkuháttur
Tann lesandi skal lata eina skrivliga uppgávu á 10 til 12 normalsíður inn við skeiðsenda. Uppgávan verður skrivað einsæris. Tann lesandi fer upp í einari munnligari próvtøku, sum tekur útgangsstøði í uppgávuni og skeiðspensumi annars. Nærri kunning við skeiðsbyrjan.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Tummas Kannuberg