7389.21 - Kristnikunnleiki og átrúnaður – námsætlanir og lærubókaskipanir


Skeiðsnummar
7389.21
Heiti
Kristnikunnleiki og átrúnaður – námsætlanir og lærubókaskipanir
ECTS
2,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við, hvat næmingar í grunddeild, miðdeild og hádeild fólkaskúlans skulu læra í lærugreinini “Kristnikunnleika og átrúnaður” og geva tí lesandi innlit í, hvat undirvísingartilfar er til taks.
Innihald
Skeiðið er í 2. høvuðspørtum. - Námsætlanirnar í 2., 4., 6., 9. og 10 flokki - Lærubókaskipanir og undirvísingartilfar, ið hóska til ymisku floksstigini
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, vegleiðing online og samskifti við NÁM fyri at fáa greiðu á, hvat undirvísingartilfar er á marknaðinum.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá, hvussu námsætlanin í kristnikunnleika og átrunaði er bygd upp • lýsa tey 5 kjarnuøkini, ið lærugreinin tekur støði í • vísa á, hvat undirvísingartilfar er til taks • at taka støðu til, hvat undirvísingartilfar hóskar til ymisku kjarnuøkini og ymisku floksstigini.
Próvtøkuháttur
Bundin skrivlig (millum 5 og 7½ blaðsíðu)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi setur sjálv/sjálvur bókmentalistan saman
Ábyrgd
Tummas Kannuberg