7480.21 - Alis- og evnafrøði I


Skeiðsnummar
7480.21
Heiti
Alis- og evnafrøði I
ECTS
15
Fortreytir
Fyri at taka skeiðið skal studenturin verða innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
At geva studentunum praktiskt og ástøðiligt grundarlag innan alis- og evnafrøði, soleiðis at hann kann ábyrgd av og undirvísa í hesum lærugreinum í fólkaskúlanum eftir galdandi námsætlan.
Innihald
Skeiðið er í 9 høvuðspørtum: (1) Orkuvarðveitsla, kinetisk, potentiel og innara orka. (2) Grundleggjandi kinematikkur og hitalæra. (3) Krafthugtakið, tyngd, trýst, uppdrift. (4) Lógir Newtons. (5) Innleiðandi kosmologi og astronomi (6) Aldur og sveiggj. (7) Atombygnaður, jonir, emmisión, absorbtión, radioaktivitetur og fáning. (8) Royndarstovutøkni og trygd. (9) Námsfrøði: Námsætlan fyri alis- og evnafrøði til fólkaskúlan. Skipan av undirvísing í alis- og evnafrøði, og virkin eygleiðing av undirvísing í fólkaskúlunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar, starvsvenjing og vitjanir.
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal hann vera førur fyri at - lýsa hugtøkini orku formar og varðveitsla - lýsa krafthugtakið og lógir Newtons - greina einføld kinematisk viðurskifti frá givnum kreftum og rokna støddi - fremja starvsstovuroyndir innan hitalæru og mekanik - fyrireika og gjøgnumføra viðkomandi starvsstovuroyndir - fyrireika og gjøgnumføra viðkomandi undirvísing innan alis- og evnafrøði.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum prøtum: • Starvsstovudemonstratión við serligum atliti til fakliga fatan og frálæruevni. • Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið. Bæði starvsstovudemonstratiónin og skrivliga próvtøkan skulu standast hvør í sær. Fyri at sleppa til próvtøku skal næmingurin hava staðið: - Kravdar innlatingar. - Kravda undirvísing og planlegging av undirvísing
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbókmentir: Alisfrøði og evnafrøði 1-3, Pól Jespersen, Føroya Skúlabókagrunnur. Alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið, Pól Jespersen, NÁM. Námsætlan, Alis- og evnafrøði 7-9, Mentamálaráðið, feb. 2013. Orbit B stx, ISBN 978-87-616-8675-6 Onnur viðkomandi tíðarrit, greinar og brot úr lærubókum.
Ábyrgd
Benadikt Joensen