7483.21 - Alis- og evnafrøði II


Skeiðsnummar
7483.21
Heiti
Alis- og evnafrøði II
ECTS
15
Fortreytir
Fyri at taka skeiðið skal studenturin verða innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
At geva studentinum praktiskt og ástøðiligt grundarlag innan elektrisitet, magnetismu, elektromagnetismu, evnafrøði og frálæru í hesum evnum, soleiðis at hann kann hava ábyrgd av og undirvísa í hesum evnisøkjum í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið er í trimum sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum: 1. Alis og evnafrøðilig kjarnuøkir: - Javn- og vendistreymur - Elektrisk orka og effekt - Leiðarar og isolatorar - Elektriskar mótstøður - Bindingar og ringrásir - Ohmsa lóg - Lógir Kirchhoffs - Induktión og transformatión - Statiskt elektrisitet og snarljós - Eektriskt og magnetiskt felt - Magnetisma - Elektromagnetisk tól - Elframleiðsla og transmissión - Grundevni og evnabindingar - Kemiskar reaktiónir - Brenningar og metal - Fellingar, sýru-basu og redox reaktiónir - PH virði - Evnafrøðiligar ringrásir. 2. Royndarstovutøkni og trygd. 3. Námsfrøði: - Námsætlan fyri alis- og evanfrøði til fólkaskúlan - Skipan av undirvísing í alis- og evnafrøði og luttøka í undirvísingini í fólkaskúlanum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar, starvsvenjing og vitjanir.
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal hann, við serligum atliti til undirvísing, vera førur fyri at (1) lýsa hugtøkini orka og effekt (2) lýsa virkisháttin hjá elektromagnetiskum tólum og skipanum (3) lýsa kemiskar reaktiónir (4) greina elektriskar ringrásir og rokna elektriskar støddir (5) fremja starvsstovuroyndir við elektriskum lutum og tólum (6) fremja starvsstovuroyndir við kemiskum reaktiónum (7) leggja til rættis og fremja viðkomandi starvsstovuroyndir (8) leggja til rættis og fremja viðkomandi undirvísing innan alis- og evnafrøði.
Próvtøkuháttur
Fyri at sleppa til próvtøku skal lesandi hava staðið “kravdar innlatingar” og “kravda undirvísing og planlegging av undirvísing” Próvtøkan er tvíbýtt: Tey lesandi skulu skriva eina skrivlig próvtøka eftir lokið skeið. Og tínæst skulu tey hava eina starvsstovudemonstratión við serligum atliti til fakliga fatan og frálæruevni. Bæði starvsstovudemonstratiónin og skrivliga próvtøkan skulu standast hvør í sær.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbókmentir: Alisfrøði og evnafrøði 1-3, Pól Jespersen, Føroya Skúlabókagrunnur. Alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið, Pól Jespersen, NÁM. Námsætlan, Alis- og evnafrøði 7-9, Mentamálaráðið, feb. 2013. Onnur viðkomandi tíðarrit, greinar og brot úr lærubókum
Ábyrgd
Benadikt Joensen