6505.21 - Føroyskt grundskeið, mál


Skeiðsnummar
6505.21
Heiti
Føroyskt grundskeið, mál
ECTS
10
Fortreytir
At tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
Skeiðið er í 13 sjálvstøðugum og tó samføstum pørtum. Hesir eru: • Talumál og skriftmál • Orðaflokkar • Rættskivingarreglur • Orðalagslæru • Málnýtsla • Málsøga • Málbroyting • Málfjølbroytni og málføri • Purisma • Mál sum samskiftisamboð • Námsætlanir fyri føroyskt • Lærubókaskipanir • At undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild fólkaskúlans. Hesin parturin er serliga knýttur at starvslæruni
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki • greina setningar og sambondini ímillum liðirnar • stava síni skrivligu avrik rætt • orða seg greitt og neyvt í skrivligum avrikum • rætta, bøta og menna skrivlig næmingaavrik • greiða frá rættingum og ábótum • seta føroyska málið í ein málsøguligan samanhang • greiða frá málsøguni, málfjølbroytni, málførum, málbroytingum og purismu • greina munin á talu- og skriftmáli • greiða frá og meta um háttaløg og ástøði innan frálæru í málundirvísing • leita upp tilfar, grundgeva fyri vali av tilfari og meta um tað
Próvtøkuháttur
Tá ið skeiðið er hálvrunnið skulu tey lesandi í starvslæru. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi hava eina framløgu, ið tekur saman um starvslæruna. Henda framløgan skal standast. Við skeiðslok: Skrivlig próvtøka • Tey lesandi skulu upp í rættskriving, bendingarlæru, orðalagslæru og ástøði um mál. Próvtøkan er í 6 tímar. Hjálparamboð: Einans orðabøkur og mállærubøkur. Í metingini er førleikin í staving og málburði partur av tí, sum verður mett, hóast høvuðsdenturin verður lagdur á tað fakliga innihaldið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Rakul Skaale Andreassen