6506.21 - Føroyskt grundskeið, bókmentir


Skeiðsnummar
6506.21
Heiti
Føroyskt grundskeið, bókmentir
ECTS
10
Fortreytir
At tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
Skeiðið er í 9 sjálvstøðugum og tó samføstum pørtum. Hesir eru: • Mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi • Narrativitetur • Tekstasløg og háttaløg • Greiningaramboð • Skriving og skrivinámsfrøði • Sjangrunámsfrøði • Námsætlanir fyri føroyskt • Lærubókaskipanir • At undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild fólkaskúlans. Hesin parturin er serliga knýttur at starvslæruni
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • brúka málið sum samskiftismiðil á hóskandi hátt í ymsum støðum • greina ymisk bókmentalig háttaløg • skyna á og at gera mun á ymiskum tekstasløgum • brúka hóskandi greiningaramboð í mun til tekstaslag • greina samansettar tekstir (fjølmodalitet) • lýsa barnabókmentir • brúka ymiskar skrivinámsfrøðiligar arbeiðshættir • orða seg greitt og neyvt í skrivligum avrikum • greiða frá og meta um háttaløg og ástøði innan frálæru í bókmentaundirvísing • leita upp tilfar, grundgeva fyri vali av tilfari og meta um tað
Próvtøkuháttur
Tá ið skeiðið er hálvrunnið skulu tey lesandi í starvslæru. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi hava eina framløgu, ið tekur saman um starvslæruna. Henda framløgan skal standast. Við skeiðslok: Munnlig próvtøka. • Tey lesandi skulu upp í einum ókendum teksti, umframt í kendum ástøði og háttaløgum. Próvtøkan er í ein hálvan tíma, umframt 1 tíma til fyrireiking. Hjálparamboð eru loyvd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Rakul Skaale Andreassen