6610.22 - Landafrøði sum undirvísingarfak I - Náttúrulandafrøði


Skeiðsnummar
6610.22
Heiti
Landafrøði sum undirvísingarfak I - Náttúrulandafrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu arbeiða við náttúruspurningum og skilja, hvussu menniskju ávirka náttúruna. Tey lesandi skulu eisini fáa innlit í og dømi um, hvussu ein lærari kann arbeiða við náttúrulandafrøði í fólkaskúlanum
Innihald
Skeiðið er í 10 sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum • Jarðfrøðiliga ringrásin • Landsløg og ístíðarlandssløg • Vatn, ísur og vindur • Sólskipanin og gongustjørnur • Streymur á firðum og sundum • Veður, veðurlag og veðurlagsbroytingar • Fakdidaktisk viðurskifti – serliga námsætlanin fyri landalæru, undirvísingartilfar og undirvísingarhættir
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður fjølbroytt og fevnir bæði um læraraframløgur, bólkaarbeiði, at lesandi savna og gera tilfar – bæði talgilt og í pappírsformi. Eisini verður skipað fyri útferðum og undirvísing uttanskúla
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri • at greiða frá náttúrulandafrøðiligum samanhangum og viðurskiftum • at meta um, hvussu menniskju ávirka náttúruna, og hvussu náttúran ávirkar menniskju • at vísa á høvuðstættirnir í námsætlanini fyri landafrøði • at finna og seta undirvísingartilfar saman, ið er vælegnað til undirvísingina í landafrøði • at vísa við dømum, hvussu ein hugkveikjandi undirvísing í landafrøði kann setast saman
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi greiða nøkur lestraravrik úr hendi. Hesi avrik skulu leggjast fram fyri undirvísara og/ella floksfeløgunum. Undirvísarin metir um avrikini so hvørt, og tey lesandi fáa ávegis eftirmeting gjøgnum skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson