6611.22 - Landafrøði sum undirvísingarfak II - Mentanarlandafrøði


Skeiðsnummar
6611.22
Heiti
Landafrøði sum undirvísingarfak II - Mentanarlandafrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu fáa greiða fatan av samanspælinum millum menniskju, mentan og náttúru - og hvussu menniskju í ymiskum økjum hava ávirkan á hvønn annan. Tey lesandi skulu eisini fáa innlit í og dømi um, hvussu ein lærari kann arbeiða við mentanarlandalæru í fólkaskúlanum
Innihald
Skeiðið er í 10 sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum • Vinnulig og búskaparlig menning ymsastaðni í heiminum • Dyrkingarmynstur, livikor og náttúruviðurskifti • Ráevni og orkuframleiðsla • Vinnuvegir, búseting og undirstøðukervi • Býir og stórbýarmynstur • Handil og arbeiðsmegi • Búskaparligt, politiskt og hernaðarligt samstarv • Marknaðartrætur • Fakdidaktisk viðurskifti – serliga námsætlanin fyri landalæru, undirvísingartilfar og undirvísingarhættir
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður fjølbroytt og fevnir bæði um læraraframløgur, bólkaarbeiði, at lesandi savna og gera tilfar – bæði talgilt og í pappírsformi. Eisini verður skipað fyri útferðum og undirvísing uttanskúla
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri • at greiða frá mentanarlandafrøðiligum samanhangum og viðurskiftum • at meta um, hvussu menniskju, ið búgva ymsastaðni í heiminum, ávirka hvønn annan • at vísa á høvuðstættirnir í námsætlanini fyri landafrøði • at finna og seta undirvísingartilfar saman, ið er vælegnað til undirvísingina í landafrøði • at vísa við dømum, hvussu ein hugkveikjandi undirvísing í landafrøði kann setast saman
Próvtøkuháttur
Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri skrivligar uppgávur, sum skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið Við skeiðslok skulu tey lesandi skriva eina uppgávu, ið skal verjast munnliga. Próvtøkan verður nágreiniliga lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson