6613.22 - Landafrøði sum undirvísingarfak IV - Hugdýpingarøki í landafrøði


Skeiðsnummar
6613.22
Heiti
Landafrøði sum undirvísingarfak IV - Hugdýpingarøki í landafrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu fáa djúpari innlit í og dømi um, hvussu ein lærari kann arbeiða ítøkiliga við landafrøði í fólkaskúlanum. Tey lesandi skulu somuleiðis læra at fyrihalda seg kritiskt til ástøði, háttaløg, undirvísingartilfar og úrvaldar undirvísingartilgongdir. Samanhangir millum náttúrulandafrøði og mentanarlandafrøði er miðdepils í skeiðnum.
Innihald
Skeiðið er í hesum høvuðspørtum: Úrvald hugbindingarøki - Jarðfrøðiliga ringrásin - Veður og veðurlagsbroytingar - Náttúruviðurskifti og dyrkingarmynstur - Orkuframleiðsla - Vinnuvegir og búseting - Undirstøðukervi - Býir og stórbýarmynstur - Fakdidaktikskir møguleikar og fakdidaktiskar avbjóðingar
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er fjølbroytt: Læraraframløgur, bólkaarbeiði, at lesandi savna og gera tilfar – bæði talgilt og í pappírsformi. Skipað verður fyri, setursskúla, námsferð og undirvísing uttanskúla
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri at - greiða frá muninum á landafrøði sum vísindagrein og landafrøði sum undirvísingarfaki í fólkaskúlanum - greiða frá grundleggjandi hugtøkum í landafrøði og at vísa á, hvussu ymisk landafrøðilig fyribrigdi hanga saman - kritiskt at meta um, hvussu menniskju við sínum valum og sínum atburði ávirka náttúruna, og hvussu náttúran ávirkar menniskju - kritiskt at meta um tær fakdidaktisku avbjóðingar, ið eru at knýttar at undirvísing í landafrøði í fólkaskúlanum - vísa við ítøkiligum dømum, hvar ein finnur gott undirvísingartilfar í landafrøði, og hvussu gott undirvísingartilfar kann setast saman
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, ið tekur støði í einum úrvaldum landafrøðilgum hugdýpingarøki. Próvtøkan verður nágreiniliga lýst í einum serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fæst við undirvísingarbyrjan
Ábyrgd
Sigurd Nordendal