6630.23 - Søga sum undirvísingarfak I - Søga Evropa í nýggjari tíð


Skeiðsnummar
6630.23
Heiti
Søga sum undirvísingarfak I - Søga Evropa í nýggjari tíð
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er skrivaður inn til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan um og eina sjálvstøða fatan av evropeiskari søgu, við denti á søgu eftir 1750. Endamálið er eisini, at tey lesandi skulu menna førleikar at arbeiða við søgu, við at læra tey háttaløg, ið eyðkenna søgu sum vísindagrein. Harumframt er endamálið við skeiðnum, at tey lesandi skulu gerast tilvitað um, hvussu søgulig temu og søgulig háttaløg kunnu nýtast í undirvísingini í søgu og samtíð í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið er í trimum høvuðspørtum: (1) Evropeiskari søgu áðrenn 1750 – M.a. kronologi, geografi, politikkur, átrúnaður og siðaskiftið. (2) Nýggjari evropeiska søgu og heimssøga. – M.a. ídnaðarkollveltingin, kollveltingarnar 1789-1948, fyrri heimsbardagi, millumkrígstíðin, seinni heimsbardagi, kalda kríggið og tíðin eftir 1990. (3) Søgudidaktikkur. – M.a. søgutilvit, søgufatan, tíðarfatan, forteljing, lokalsøga, miðlar og internet. Søgufrøðilig amboð verða viðgjørd og brúkt.
Læru- og undirvísingarhættir
Upplegg, kjak, framløgur, kelduvenjingar (felags, í bólkum og einsæris), venjing í at leita fram og viðgera søgutilfar. Harumframt venjingar í hvussu evni og amboð kunnu brúkast í undirvísing í fólkaskúlanum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi vera før fyri at - greiða frá kontinuiteti og broytingum í evropeiskari søgu frá miðøld til 1750. - viðgera høvuðstættir í søgugongdini og seta teir í størri høpi - viðgera søguligar keldur við søguháttalag og at greiða frá týdninginum av tílíkari viðgerð. - greiða frá grundleggjandi háttaløgum fyri søguviðgerð. - tulka og meta um keldur og tilfar og at grundgeva fyri egnum niðurstøðum. - meta um og vísa við dømum, hvussu høvuðsevnini kunnu setast í samband við undirvísing í fólkaskúlanum (m.a. í samband við torleikastig).
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari framløgu Próvtøkan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí lestrarætlan
Ábyrgd
Oddur á Lakjuni