6631.23 - Søga sum undirvísingarfak II – Føroya søga


Skeiðsnummar
6631.23
Heiti
Søga sum undirvísingarfak II – Føroya søga
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er skrivaður inn læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu fáa eina greiða fatan av føroyskari søgu við atliti at m.a. mentan og politikki. Endamálið er víðari, at tey lesandi skulu duga at síggja søguligu orsøkirnar til núverandi føroyska samfelagið – m.a. við atliti at búskapi, mentan, politikki og demografi. Tey lesandi skulu menna sínar førleikar at arbeiða við keldukritikki og at venja søgufrøðiligt háttalag - og at skilja og taka støðu til søgubrúk og frásagnir. Eitt aðalmál við skeiðnum er, at tey lesandi skulu læra at taka støðu til, hvussu undirvísast kann í føroyskari søgu í fólkaskúlanum. Her verður hugsað um innlit í ymisk tíðarskeið í føroyskari søgu og innlit í ymiskar søgudidaktiskar framferðarhættir.
Innihald
Skeiðið er í 5 høvuðspørtum: (1) Føroysk søga áðrenn 19. øld. M.a. heimildarkeldur, broytingar og kontinuitet í føroyskari søgu og sambandið millum Føroyar og hini Norðurlondini. (2) Føroyar uml. 1814 - 1920. M.a. skiftið frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag; búskaparligar, politiskar og mentanarligar broytingar í nevnda tíðarskeiði; málstríðið; ymiskar tulkingar av tilburðum í nevnda tíðarskeiði. (3) Føroyar í 20. øld, har serligt fokus er á Føroyar undir krígnum og beint eftir kríggið, og harafturat broytingar í seinnu helvt av 20. øld. (4) Søgufaklig háttaløg. M.a. kelduviðgerð - tíðarskeið, sjónarhorn og háttaløg. (5) Fakdidaktiskir møguleikar og fakdidaktisk val.
Læru- og undirvísingarhættir
Upplegg, kjak, framløgur, kelduvenjingar (felags, í bólkum og einsæris). Kelduviðgerð - skrivligt og munnligt. Harafturat uppgávur við fokusi á didaktiska partin.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi vera før fyri at - greiða frá periodisering, kontinuiteti og broytingum í søgu Føroya frá miðøld til nýggja tíð - greiða frá broytingunum í 19. og 20. øld, m.a. við atliti at skiftinum frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag, tjóðskaparligum/ mentanarligum rembingum og politiskum og sosialum broytingum - seta broytingarnar, ið verða nevndar omanfyri, í samband við hvørja aðra, og vísa á týdning teirra á onnur samfelagsviðurskifti - viðgera keldutilfar við søguligum háttalag, og at argumentera fyri grundarlagnum í viðgerðini - greiða frá og taka støðu til ymisk sløg av søgubrúki - greiða frá og taka støðu til, hvussu ein fólkaskúlalærari kann undirvísa í evnum, ið hava verið umrødd hetta skeiðið
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi hava munnligar framløgur fyri undirvísara og floksfeløgum, og tey skulu lata smærri uppgávur inn, ið snúgva seg um úrvald søgu- og søgudidaktisk evni. Hesi lestraravrik skulu greiðast úr hondum fyri at standa skeiðið. Tey lesandi fáa afturboðan so hvørt gjøgnum skeiðið
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarætlanin verður tøk, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Oddur á Lakjuni