6633.23 - Søga sum undirvísingarfak IV - Undirvísingargongdir


Skeiðsnummar
6633.23
Heiti
Søga sum undirvísingarfak IV - Undirvísingargongdir
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD.
Endamál
Endamálið er, at lesandi skulu læra at seta saman egnar lærugongdir – bæði til einstakar tímar og longri undirvísingargongdir – innan ymis øki í søgu. Tey lesandi fáa soleiðis innlit í søgulig tíðarskeið og hendingar; og læra, hvussu undirvísast kann í hesum á ymsum torleikastigum. Endamálið er soleiðis at koma heilt praktiskt inn í at skipa egna undirvísing, bæði í størri høpi og í smálutum. Endamálið er eisini í hesum at koma djúpari inn í søgudidaktikk og søgufrøði. Søgudidaktisk temu verða tikin upp og sett í samband við framsetingarnar hjá teimum lesandi.
Innihald
Í gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi seta saman bæði undirvísingargongdir og spesifikkar undirvísingartímar. Hetta verður útfrá evnum, sum undirvísast kunnu í í lærugreinini søgu og samtíð í fólkaskúlanum sambært námsætlanini (bæði føroysk søga og heimssøga.) Tey lesandi skulu í sínum arbeiði taka støðu til søguligt innihald, viðkomandi søgufrøði, søgudidaktikk og torleikastið. Evnini vera í ávísan mun sjálvvald, og í ávísan mun stýrd. Onkuntíð kunnu tey velja frítt, onkuntíð verður tað innan ávís øki, og onkuntíð verður valt fyri tey. Skeiðið inniheldur útferðir og eisini viðgerð av undirvísingartilfari, sum er gjørt til fólkaskúlan, og tey lesandi skulu so eisini tilevna undirvísingargongdir og undirvísingartímar útfrá hesum. Tey lesandi skulu hava framløgur og hava undirvísing fyri hvørjum øðrum, og so fara tey saman við undirvísara at geva aftermeldingar.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði og bólkaarbeiði. Framløgur og feedback. Upplegg, vegleiðing og dømir frá undirvísara. Lesandi undirvísa hvørjum øðrum. Felags kjak um úrtøkur, avbjóðingar o.a.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri - At leggja eina undirvísingargongd til rættis í søgu og samtíð - At seta saman ein undirvísingartíma í søgu og samtíð - At vísa, hvussu hesi verða lagað til ávíst torleikastig. - At greiða frá, hvussu søgudidaktisk amboð kunnu nýtast til at gera undirvísingargongdir og -tímar. - At seta tilrættalagda arbeiðið í samband við námsætlanina. - At argumentera fyri, hvørja úrtøku næmingar fáa burturúr tilrættaløgdum undirvísingargongdum og undirvísingartímum.
Próvtøkuháttur
Synopsa (5-7 síður) og munnlig verja.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Oddur á Lakjuni