6640.22 - Tónleikur sum undirvísingarfak I - Tónleikaástøði – nótalæra í verki og undirvísing


Skeiðsnummar
6640.22
Heiti
Tónleikur sum undirvísingarfak I - Tónleikaástøði – nótalæra í verki og undirvísing
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær ástøðiligt og verkligt innlit í tað tónleikaástøði, ið er skrivligt grundarlag undir vesturlendskari tónlist (herímillum tónsetingarlist, fólkatónleikur og populertónleikur). Gjøgnum fyrilestrar, heimauppgávur, venjingar, kjak og samvirkna undirvísing skal tann lesandi læra brúka og miðla tónleikaástøði í skrift og talu.
Innihald
Skeiðið er ein skipað og stigvís innleiðsla í • Grundleggjandi tónleikaástøði • Nótaskipanir • Takstsløg • Tónasløg • Tónlistalig hugtøk • Harmonikkur • Hoyrivenjingar • Undirvísingartilgongdir í tónleikaundirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað í ein fyrilestur við kjaki, venjingum og dømum hvørja viku. Tey lesandi arbeiða við heimauppgávum og hava framløgur fyri restini av flokkinum, har tey greiða hinum frá, hvussu tey hava loyst ávísar uppgávur. Gjøgnum skeiðið verða smærri skrivligar uppgávur loystar í tímanum. Framløgur og skrivligar uppgávur telja við í virknu luttøkuni í skeiðnum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at: • nýta grundleggjandi tónleikaástøði í egnum tónleikaligum virksemi og miðla hetta ástøðið í skrift og talu • lýsa teir tónleikaástøðiligar førleikar, ið krevjast fyri at kunna undirvísa í tónleiki í fólkaskúlanum • greina melodiskar, harmoniskar og rútmiskar samanhangir, og við støði í hesum verða før/ur fyri at undirvísa øðrum í tónleikaligum og tónleikaástøðiligum samanhangum
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi greiða nøkur lestraravrik úr hendi. Hesi avrik skulu leggjast fram fyri undirvísara og/ella floksfeløgunum. Undirvísarin metir um avrikini so hvørt, og tey lesandi fáa ávegis eftirmeting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Knút Háberg Eysturstein