6641.22 - Tónleikur sum undirvísingarfak II - Tónleikur, skúli og samfelag – tónleikalærarayrkið í námsfrøðiligum og søguligum perspektivi


Skeiðsnummar
6641.22
Heiti
Tónleikur sum undirvísingarfak II - Tónleikur, skúli og samfelag – tónleikalærarayrkið í námsfrøðiligum og søguligum perspektivi
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær námsfrøðiligt, samfelagsligt, søguligt og verkligt innlit í yrkið sum tónleikalærari, við denti á tónlistaliga skapan, tónleikanámsfrøði, fagurfrøði, siðvenju, skapandi arbeiðsgongdir og frøðilig perspektivir.
Innihald
Í skeiðnum verða høvuðstættir í tónleikalærarayrkinum lýstir úr ástøðiligum og verkligum sjónarhorni. Partarnir eru hesir: • Tónlistalig skapan í mentanarligum, námsfrøðiligum og fagurfrøðiligum perspektivi • Tónleikanámsfrøði og didaktikkur í søguligum perspektivi • Sangur, tónleikur, skúli og gerandislív • Tónleikur og siðvenja. • Námsætlanin fyri tónleik í fólkaskúlanum og undirvísingartilgongdir, ið verða viðmælti í tónleiki, sangi og samanspæli.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er býtt í ein ástøðiligan og ein verkligan part. Tekstir verða lisnir og viðgjørdir í ástøðiliga partinum og síðani settir í praktiskan samanhang í verkliga partinum. Læru- og undirvísingarhættir í verkliga partinum fevna um sang og sangvenjingar, samanspæl og framførslur frá teimum lesandi. Læru- og undirvísingarhættir í ástøðiliga partinum fevna um lesing av tekstum, fyrilestrar og kjak, venjingar, heimauppgávur og framløgur frá teimum lesandi, har tey greiða hinum frá, hvussu tey hava loyst ávísar uppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat endamálið er við lærugreinini tónleikur í føroyska fólkaskúlanum • grunda yvir tónleikaliga skapan í mentanarligum, námsfrøðiligum og fagurfrøðiligum perspektivi • meta um tónleikanámsfrøði og didaktikk í søguligum perspektivi • samanbera og kjakast um samspælið millum sang, tónleik, skúla og gerandislív • greiða frá støðuni hjá tónleikinum í mun til siðvenju og samfelag • framføra eina hóskandi tónleikaskrá til brúk í fólkaskúlanum
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: 1. partur: Verklig próvtøka verður hildin uml. 2/3 inni í skeiðnum, og luttøka í verkligu royndini er treyt fyri at sleppa til munnligu próvtøkuna 2. Partur: Munnlig ástøðilig próvtøka verður hildin við skeiðsenda
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Knút Háberg Eysturstein