6643.22 - Tónleikur sum undirvísingarfak IV - Tónleikur og siðvenja – tónleikalærarayrkið í mun til siðvenjufatanir


Skeiðsnummar
6643.22
Heiti
Tónleikur sum undirvísingarfak IV - Tónleikur og siðvenja – tónleikalærarayrkið í mun til siðvenjufatanir
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær innlit í sambandið millum tónleik og siðvenju, við denti á siðvenjufatanir, leiklutir hjá tónleikasiðvenju innan skúlagátt og í samfelagnum sum heild, týdningin av tónleikasiðvenju í tónleikaundirvísingini og hvussu siðvenjufatanir koma til sjóndar í námsætlanum, undirvísingarætlanum og í sjálvari undirvísingini.
Innihald
Í skeiðnum verða høvuðstættir innan tónleik og siðvenju lýstir úr ástøðiligum og verkligum sjónarhorni. Partarnir eru hesir: • Tónleikur og siðvenja sum verkligt og ástøðiligt fyribrigdi • Tónleikasiðvenja í didaktiskum og námsfrøðiligum perspektivi • Sangur, tónleikur og siðvenja • Týdningurin av siðvenjufatanum innan skúlagátt og í samfelagnum sum heild • Námsætlanin fyri tónleik í fólkaskúlanum og undirvísingartilgongdir, ið verða viðmæltir í tónleiki, sangi og samanspæli – við serligum denti á siðvenjufatanir
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað í ein fyrilestur við kjaki, venjingum og dømum hvørja viku. Tekstir verða lisnir og viðgjørdir og síðani settir í samanhang við dømum úr skúla og samfelagi. Læru- og undirvísingarhættir fevna um lesing av tekstum, fyrilestrar og kjak, venjingar, heimauppgávur og framløgur frá teimum lesandi, umframt skrivlig uppgáva við skeiðslok.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvønn leiklut siðvenja hevur í lærugreinini tónleikur í føroyska fólkaskúlanum • grunda yvir tónleikaligar siðvenjufatanir í mentanarligum, didaktiskum og námsfrøðiligum perspektivi • meta um týdningin av siðvenjufatanum innan skúlagátt og í samfelagnum sum heild • samanbera og kjakast um samspælið millum sang, tónleik, skúla og siðvenjufatanir • greiða frá hvussu siðvenja og siðvenjufatanir koma til sjóndar í námsætlanum, undirvísingarætlanum og í undirvísing • seta saman eina hóskandi tónleikaskrá til brúk í fólkaskúlanum við støði í tónleikasiðvenju
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Knút Háberg Eysturstein