6654.23 - Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak I - Undirvísing í miðdeild fólkaskúlans


Skeiðsnummar
6654.23
Heiti
Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak I - Undirvísing í miðdeild fólkaskúlans
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í alis- og evnafrøði í 7. flokki í føroyska fólkaskúlanum – við serligum atliti til mekanikk, elektrisitet/magnetisma og kemi. Tey lesandi skulu ogna sær eina greiða fatan av innihaldinum í lærugreinini alis- og evnafrøði. Harumframt skulu tey ogna sær granskingargrundaða vitan um, hvussu ein lærari í alis- og evnafrøði kann skipa eina undirvísing, ið tekur atlit til kognitivu og sosialu fortreytirnar hjá næmingunum.
Innihald
Skeiðið er í trimum høvuðspørtum. Fyrsti partur: • Mekanikkur og rørsla • Orkuumskifti • Elektriskur streymur og einfaldar ringrásir • Einfaldar kemiskar reaktiónir Annar partur: • Sambandið millum alis- og evnafrøði, nátturúvísindi og støddfrøði • Didaktikkur í starvsstovuni og vísindaligt arbeiði • Trygd í starvsstovuni Triði partur: • Námsætlanin fyri alis- og evnafrøði í 7. flokki • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir • Næmingalagað undirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta ymiskar undirvísingarhættir. M.a. starvsstovuvenjingar (royndir og kanningar), lesandi skriva frágreiðingar, sjálvlestur, munnligar framløgur í bólki og einsæris.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá innihaldinum í alis- og evnafrøði í 7. flokki í føroyska fólkaskúlanum • loysa uppgávur, ið eru ætlaðar aldursbólkinum – íroknað at rigga til starvsstovuvenjingar, at fremja hesar venjingar og at greiða frá ymiskum reaktiónum • vísa við dømum, hvussu deduktiv háttaløg kunnu nýtast í undirvísingini í alis- og evnafrøði • hugleiða um samanhangin millum alis- og evnafrøði øðrumegin og náttúruvísindi og støddfrøði hinumegin • bera fram didaktiskar próvgrundir, ið siga frá, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi starvsstovuvenjingar í alis- og evnafrøði.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi loysa ítøkiligar uppgávur, fremja ítøkiligar venjingar í starvsstovuni og gera styttri frágreiðingar, ið taka støði í ymisku venjingunum. Uppgávurnar og venjingarnar verða mettar so hvørt og skulu góðkennast áðrenn skeiðslok. (Próvtøkuhátturin verður neyvari lýstur í sjálvstøðugum skjali).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Søren Antoft