6655.23 - Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak II - Undirvísing í hádeild fólkaskúlans


Skeiðsnummar
6655.23
Heiti
Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak II - Undirvísing í hádeild fólkaskúlans
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í alis- og evnafrøði í 8., 9. og 10. flokki í føroyska fólkaskúlanum – við serligum atliti til geislaavirkni, elektromekanikki, orkuumskifti, mýl og evnafrøðiligar bindingar og reaktiónir. Tey lesandi skulu fáa eitt greitt innlit í innihaldið í lærugreinini alis- og evnafrøði. Harumframt skulu tey ogna sær granskingargrundaða vitan um, hvussu ein lærari í alis- og evnafrøði kann skipa eina undirvísing, ið tekur atlit til kognitivu og sosialu fortreytirnar hjá næmingunum.
Innihald
Skeiðið er í tveimum pørtum. Fyrsti partur: • Geislavirkni • Fysiskar bylgjur - ljóð og vatn • Elektromagnetisma – ljós og radiobylgjur • Framkomið orkuumskifti • Framkomnar orkukeldur – AC/DC og parallellar/raðbundnar ringrásir • Kemisk evni – jón og mýl (molekyl) • Framkomnar kemiskar reaktiónir Annar partur: • Námsætlanin fyri alis- og evnafrøði í 8. til 10. flokk • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir • Næmingalagað undirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta ymiskar undirvísingarhættir. M.a. starvsstovuvenjingar (royndir og kanningar), lesandi skriva frágreiðingar, sjálvlestur, munnligar framløgur í bólki og einsæris.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat innihaldið er í alis- og evnafrøði í hádeild fólkaskúlans • greiða frá undirvísingartilfari og undirvísingarmiðlum, ið hóska til undirvísingina í alis- og evnafrøði • meta um, hvørjir undirvísingar- og eftirmetingarhættir hóska væl í alis- og evnafrøði • loysa uppgávur, ið hóska til næmingar í alis- og evnafrøði • fyrireika, fremja í verki og skjalfesta starvsstovuvenjingar, ið hóska til alis- og evnafrøði • vísa við dømum, hvussu deduktiv háttaløg kunnu nýtast í undirvísingini í alis- og evnafrøði • grunda yvir, hvørjar avbjóðingar ein lærari í alis- og evnafrøði hevur, tá ið hann skal skipa fyri hóskandi og hugkveikjandi starvsstovuvenjingum
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum verkligum parti og einari munnligari framløgu Tey lesandi skulu fremja eina ítøkiliga starvsstovuvenjing við støði í einum ella fleiri av teimum evnum, ið hava verið á skrá hetta skeiðið, og tey skulu greiða munnliga frá, hvussu henda starvsstovuvenjing kann innganga í undirvísingina í alis- og evnafrøði í 8., 9. ella 10. flokki. (Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Søren Antoft