6657.23 - Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak IV: Støddfrøði sum amboð í alis- og evnafrøði í lærufrøðiligum høpi


Skeiðsnummar
6657.23
Heiti
Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak IV: Støddfrøði sum amboð í alis- og evnafrøði í lærufrøðiligum høpi
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í alis- og evnafrøði í hádeild í føroyska fólkaskúlanum við serligum atliti at logaritmiskum, eksponentiellum og sinusrás funktiónum. Tey lesandi skulu ogna sær eina greiða fatan av tí støddfrøði sum verður brúkt í alis- og evnafrøði í skúlahøpi. Harumframt skulu tey ogna sær granskingargrundaða vitan um, hvussu undirvísing í alis- og evnafrøði kann skipast og gjøgnumførast við atliti hesar støddfrøðiligu førleikar fyri at stuðla menningini hjá næmingunum, havandi í huga teirra kognitivu/fatanarligu og sosialu fortreytir.
Innihald
Skeiðið er í hesum høvuðspørtum: • Mekanikkur og rørsla og orkuskifti • Orkuumskifti (umrokningar frá potentiellaritil kinetiska orku og hinvegin) • Geisling og geislfáning við denti á logaritmiskar funktiónir • Fysiska aldur: Ljóð og vatn. Elektromagnetisk geisling; Ljós, radiobylgjur/bylgjulongd. sinusfunksjón. • Talgilt undirvísingartilfar • undirvísingarhættir og eftirmeting av undirvísing. • Kemiskar javnvágir av forbrenning, neutralisation og pH útrokningar (logaritmiskar funktsjónir). • Fremja meira framkomnar greiningar í forritum sum Excel og Maple/Matlab
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, kjak og framløgur av støddfrøðiligum greiningum, myndlum og frágreiðingum/rapportir. Sjálvlestur um ástøðini handan støddfrøðiligu myndlarnar nýttir í fólkaskúlanum. Vikuligar innlatingar. Venjing í at nýta forrit so sum Excel og Matlab/Maple.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • lýsa hvussu støddfrøði og støddfrøðigreiningar eru knýtt at innihaldinum í námsætlanunum fyri alis- og evnafrøði. • at greina og lýsa uppgávur og starvsstovuvenjingar, ið eru ætlaðar næmingum í hádeild fólkaskúlans,íroknað hvussu starvsstovuvenjingar verða fyriskipaðar við atliti til at fáa dátur sum kunnu brúkast í ymiskum støddfrøðiligum greiningum og trupulleikaloysnum. • vísa við dømum, hvussu støddfrøðiligar greiningar kunnu nýtast innan deduktiv háttaløg í undirvísingini í alis- og evnafrøði • bera fram didaktiskar próvgrundir, ið vísa á, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta støddfrøðigreiningar.
Próvtøkuháttur
Tann lesandi skal skriva eina vísindalig frágreiðing um sjálvalt evni, og hvussu tað er loyst við støddfrøðiligari greining/myndling. Frágreiðingin skal skrivast í síðstu vikuni av skeiðnum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Søren Antoft