6670.23 - Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak I – Heimkunnleiki, kostur og heilsa


Skeiðsnummar
6670.23
Heiti
Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak I – Heimkunnleiki, kostur og heilsa
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í heimkunnleika sum fakøki og sum undirvísingarøki í fólkaskúlanum. Tann lesandi skal ogna sær kunnleika um føðsluríkan og sansastimbrandi kost og fáa innlit í, hvussu góður kostur ávirkar heilsustøðuna. Hann skal harumframt gerast tilvitaður um ta ávirkan, ið náttúran, mentanin og samfelagið hevur á matvanarnar hjá børnum, ungum og vaksnum. Og hann skal menna førleikar at skipa undirvísingina í heimkunnleika í miðdeild fólkaskúlans.
Innihald
Skeiðið er í 5 pørtum. • Matur og matvanar • Matur og mentan • Matur og náttúra • Matur og brúkari • Matur og matgerð
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er fjølbroytt: Vit nýta m.a. upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum, upplegg frá lesandi, bólkaarbeiði av ymiskum slagi, praktiskar uppgávur í skúlakøkinum, praktiskar uppgávur uttanskúla.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat ávirkar matvanarnar hjá fólki • greiða frá, hvussu matvanarnir hjá føroyingum eru broyttir seinastu hálvu øldina • greiða frá týdninginum av grundsmakkunum • hugleiða um, hvussu tað, ið fæst at vaksa í Føroyum, kann gerast ein samfastur partur av undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum • hugleiða um, hvussu mat- og rørsluvanar ávirka heilsustøðuna hjá børnum og ungum í dag • vísa við dømum, hvussu undirvísingin í heimkunnleika kann skipast í miðdeild fólkaskúlans
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Tey lesandi skulu skriva eina loggbók gjøgnum skeiðið. Í loggbókini kunnu bæði vera tekstur, myndir, ritmyndir, uppskriftir, brot út læru- og undirvísingarbókum o.a.. Loggbókin verður latin inn við skeiðslok
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir