6671.23 - Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak II – Leiklist, rødd og rørsla


Skeiðsnummar
6671.23
Heiti
Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak II – Leiklist, rødd og rørsla
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í leiklist sum fakøki og sum undirvísingarøki í fólkaskúlanum. Tann lesandi skal fáa innlit í, hvussu leiklist (og tey amboð, ið eru miðdepils í leiklist) kunnu styrkja sjálvsfatanina og framburðin hjá børnum og ungum í dag, og hvussu henda listagreinin kann gerast partur av øðrum lærugreinum í miðdeild fólkaskúlans.
Innihald
Skeiðið er í 6 pørtum. • Leiklist sum listagrein • Leiklist sum partur av føroyskum mentanarlívi • Leiklist sum partur av undirvísing fólkaskúlans • Leiklist – árræði at stíga fram • Leiklist – sjálvsfatan og kropstilvit • Leiklist – dramaspøl og smásøgur
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er fjølbroytt: Vit nýta m.a. upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum, upplegg frá lesandi, bólkaarbeiði, kjakforum, venjingar av ymiskum slagi.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat eyðkennir leiklist sum listagrein • greiða frá, hvønn týdning leiklistin hevur í føroyskum mentanarlívi • greiða frá, hvat rúm leiklistin hevur í miðdeild fólkaskúlans • greiða frá, hvussu leiklist kann samstarva við aðrar lærugreinar í í fólkaskúlanum • hugleiða um, hvussu ein lærari kann nýta amboð úr leiklistini, tá ið hann skal menna árræðið hjá næmingunum at stíga fram og at bera fram • vísa við dømum, hvussu ein lærari kann nýta amboð úr leiklistini, tá ið hann skal menna kropsmálið og kropstilvitið hjá næmingunum • meta um, hvørji dramaspøl og hvørjar smásøgur hóska væl til undirvísingina í miðdeild fólkaskúlans
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: Lesandi skulu skriva eina synopsu, ið tekur støði í einum ella fleiri av undirvísingarevnunum. Synopsan verður løgd fram munnliga. (Próvtøkuhátturin verður lýstur neyvari í øðrum skjali)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir