6672.23 - Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak III – Starvslæra


Skeiðsnummar
6672.23
Heiti
Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak III – Starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við starvslæruni er at geva tí lesandi møguleika at venja seg við læraraleiklutin og at loysa nógvar av teimum uppgávum, ið eru samfastur partur av lærarastarvinum, og sum serliga eru knýttar at heimkunnleika og list sum undirvísingarfaki.
Innihald
Skeiðið er í 5 pørtum. Tveir teir fyrstu partarnir snúgva seg um almen didaktiskar førleikar: - Floksleiðsluførleiki - Relasjónsførleiki Tríggir teir næstu partarnir snúgva seg um fakdidaktiskar førleikar, og eru rættaðir ímóti heimkunnleika og list sum undirvísingarfaki í fólkaskúlanum: - Førleikin at síggja sambandið millum námsætlan og ársætlan - Førleikin at meta um undirvísingartilfar og at velja hóskandi undirvísingartilfar - Førleikin at skipa eina næmingalagaða undirvísing, ið tekur støði í einum ávísum undirvísingarevni, og sum leggur upp fyri teimum lærumálum, ið eru niðurfeld í galdandi námsætlan
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er fjølbroytt: • Upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum • Bólkaarbeiði • Vegleiðing frá akkersfólki og starvslæruvegleiðara • Starvslæra • Uppgávuskriving
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat næmingarnir skulu læra í heimkunnleika og list • leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið fevnir um millum 4 og 10 undirvísingartímar. Henda undirvísingarætlan kann taka støði í lærugreinini heimkunnleika og list, men hon kann eisini vísa, hvussu heimkunnleiki og list kann gerast partur av tvørgreinaligum arbeiði í fólkaskúlanum • meta um, hvat undirvísingartilfar er vælegnað í heimkunnleika og list. Her eru bæði tilfar úr pappíri og elektroniskt tilfar íroknað • taka støðu til, hvørjir undirvísingarhættir hóska væl í heimkunnleika og list • at meta um, hvussu ein kann næmingalaga undirvísingina í heimkunnleika og list • hugleiða um og vísa við dømum, hvørjar avbjóðingar ein lærari, ið undirvísir í heimkunnleika og list, kann renna seg í • meta um og skifta orð um sín egna relasjónsførleika, floksleiðsluførleika og fakdidaktiska førleika • eftirmeta starvslæruna
Próvtøkuháttur
Starvslæran er samfastur og kravdur partur av læraraútbúgvingini. Læraralesandi skulu møta upp til ásetta tímatalið og ásettu ráðleggingartímarnar, tá ið starvslæran er á skránni. Próvtøkan er tvíbýtt: - Tá ið starvslæran er lokin, skal tann lesandi skriva eina stutta uppgávu (millum 6 og 9 blaðsíður + fylgiskjøl). - Uppgávan skal verjast munnliga Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir