6733.22 - Sernámsfrøði á linju II - Sernámsfrøði í verki, háttaløg og amboð


Skeiðsnummar
6733.22
Heiti
Sernámsfrøði á linju II - Sernámsfrøði í verki, háttaløg og amboð
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Tann lesandi skal meta um og duga at leggja til rættis, útinna og eftirmeta inkluderandi undirvísing fyri næmingar í avbjóðandi læringsstøðum.
Innihald
Høvuðstemu: • Relasjónsførleiki • Sernámsfrøðiligur didaktikkur og sernámsfrøðilig amboð • Floksleiðsla • Næmingalagað undirvísing • NEST programmið • Fyribrigdið skúlaaftran • ADHD vinalig námsfrøði • Autismu vinalig námsfrøði - herundir sosialar venjingar • ”The incredible years” háttalagið • Ástøði um mentalisering • Low arousal háttalag • Útiskúli – og nærumhvørvi sum læruumhvørvi•
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, loggbók, samrøður, case-viðgerðir, venjingar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið skal tann lesandi duga at • at greiða frá hvørjir almennir stovnar varða av næmingum, ið eru í serligum avbjóðingum • at greiða frá, hvønn týdning góðar relasjónir og góð floksleiðsla hava í sernámsfrøðiligum arbeiði • at greiða frá, hvat eyðkennir ávikavist ADHD vinaliga námsfrøði og Autismu vinaliga námsfrøði • at greiða frá fyribrigdinum skúlaaftran og við støði í álítandi gransking meta um, hvat aftranin kann vera tekin um • at hugleiða um, hvussu foreldrasamstarvið eigur at verða skipað, tá ið eitt næmingur ikki fær tað burturúr skúlatilboðnum, ið hann eigur • greina sernámsfrøðilig átøk í mun til næmingar í avbjóðandi læringsstøðum í fólkaskúlanum • lýsa og vísa í verki, hvussu lærarin kann skapa karmar til næmingar í avbjóðandi læringsstøðu - bæði í vanligum flokshøli, í sertilboði og í serskúla
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga. Tey lesandi fáa handað eina case 5 dagar undan próvtøkuni. Casin lýsir eina sernámsfrøðilig tvístøðu. Tey lesandi skulu greina og tulka tvístøðuna við støði í teinum ástøðum og háttaløgum, ið tey hava arbeitt við gjøgnum skeiðið. Og tey skulu geva ítøkilig boð um, hvussu tvístøðan kann loysast. Lesandi kunnu arbeiða einsæris ella í tveymansbólkum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlista, áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson