6737.22 - Sernámsfrøði á linju IV - Sernámsfrøðiligar avbjóðingar og sernámsfrøðilig háttaløg


Skeiðsnummar
6737.22
Heiti
Sernámsfrøði á linju IV - Sernámsfrøðiligar avbjóðingar og sernámsfrøðilig háttaløg
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið er at tann lesandi skal ogna sær vitan um úrvald sernámsfrøðilig háttaløg og ítøkiligar sernámsfrøðligar hjálparmiðlar. Hesa vitan skal tann lesandi vera førur fyri at nýta, tá ið hann leggur eitt undirvísingartilboð til rættis, ið stuðlar næmingum í avbjóðandi læringsstøðum.
Innihald
Úrvaldir sernámsfrøðiligar avbjóðingar og úrvald háttaløg: • Menningartarn og OCN próvskipan • Autisma - amboð at lýsa menningarstøðið og Bucket terapi • Orðblindni og CD orð • Talblindini og viðkomandi appir • Tvímæltir næmingar og tann fleirmentaði skúlin • Happing og fyribyrgjandi tiltøk Samstarv á sernámsfrøðiliga økinum: • Uttanhýsis ráðgeving • Co-teaching
Læru- og undirvísingarhættir
Fjølbroyttir undirvísingarhættir: • Upplegg frá undirvísara og gestaundirvísarum • Bólkaarbeiði, venjingar, lesandi halda upplegg • Vitja serskúlar, sertilboð og førleikastovur • Sjálvstøðugt arbeiði og uppgávuskriving
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri at • greiða frá teimum avbjóðingum, ið næmingar, ið hava fingið diagnosuna menningartarn og/ella autisma, hava í fólkaskúlanum og meta um, hvønn sernámsfrøðiligan stuðul hesir næmingar hava tørv á • greiða frá, hvørjar avbjóðingar næmingar, ið hava orðblindni og/ella talblindni hava í fólkaskúlanum, og vísa við ítøkiligum dømum, hvørji hjálpiamboð hesir næmingar hava rætt til og tørv á í sambandi við undirvísing og próvtøku • greiða frá teimum avbjóðingum, ið tvímæltar næmingar hava í fólkaskúlanum, og hugleiða um hvussu skúlaleiðsla og lærararoymið í felag kunnu skapa eitt inkluderandi læruumhvørvi • at meta um, hví happing og marginalisering tekur seg upp innanskúla og uttanskúla og geva boð um, hvussu skúlin kann fyribyrgja og/ella basa happing • at meta um tann týdning, ið tvørgreinaligt samstarv hevur á sernámsfrøðiliga økinum – Her verður bæði hugsað um samstarv millum lærarar á sama skúla og samstarv við uttanhýsis ráðgeving.
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skulu tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu. Uppgávan skal verjast munnliga Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson