6740.22 - Enskt sum undirvísingarfak I - At ogna sær eitt annað mál (SLA—Second Language Acquisition) og at undirvísa í enskum sum fremmandamáli (EFL-Teaching English as a Foreign Language)


Skeiðsnummar
6740.22
Heiti
Enskt sum undirvísingarfak I - At ogna sær eitt annað mál (SLA—Second Language Acquisition) og at undirvísa í enskum sum fremmandamáli (EFL-Teaching English as a Foreign Language)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
At geva teimum lesandi eina greiða fatan av, hvussu næmingar í fólkaskúlanum læra eitt fremmandamál, og at gera teir varugar við tann mun, sum er millum at ogna sær móðurmálið og at ogna sær eitt annað mál. - Í hesum føri enskt. At geva teimum lesandi eitt yvirlit, ið vísir, hvussu mentanarlig, sosial og sálarlig viðurskifti kunnu hava ávirkan á, hvussu ein læraralesandi, ið lesur enskt sum undirvísingarfak, kann mennast til at gera ein hollur fremmandamálsundirvísari.
Innihald
Skeiðið er í 4 høvuðspørtum: • At ogna sær annað mál/fremmandamál – allýsing og høvuðsmunur • At ogna sær móðurmálið og at ogna sær eitt annað mál – samanburður og høvuðsmunur • At ogna sær móðurmálið og at ogna sær eitt fremmandamál – aldur og kritisk tíðarskeið • Mentanarligir, sosialir og sálarfrøðiligir faktorar og teirra ávirkan á menningargongdina hjá fremmandamálsundirvísarum við serligum atliti til teimum, ið skulu undirvísa í enskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjølbroytt undirvísing  Fyrilestraundirvísing  Lesandi undirvísa hvørjum øðrum (javnlíkaundirvísing)  Fjarundirvísing: Kjak og uppgávur  Tvey og tvey menna tey lesandi ein amboðskassa til javnlíkaundirvísing
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • eyðmerkja meginreglurnar í fremmandamálstilognan og at greiða frá, hvussu hesar meginreglur eiga at ávirka undirvísingina í fremmandamáli • eyðmerkja meginreglurnar í annaðmálstilognan og at greiða frá, hvussu hesar meginreglur ávirka undirvísingina í fremmandamáli • greina tær avbjóðingar, ið eru til staðar, tá ið ein næmingur skal læra enskt sum fremmandamál í føroyska fólkaskúlanum • greina og greiða frá, hvussu forfatanin og hugsunnarhátturin hjá læraranum (Teacher cognition) og fakliga og didaktiska sjálvsálitið hjá læraranum (Teacher self efficacy) kann gagna og/ella hindra hansara undirvísing í enskum sum fremmandamáli (EFL). • greiða frá og hugleiða um, hvussu millummentanarligur førleiki (Intercultural competence) og mentanarliga vend námsfrøði (Culturally responsive pedagogy) kann fremja inklusjón, og hvussu hetta kann fremjast í verki í undirvísingini í enskum sum fremmandamáli (EFL)
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka Formativ eftirmeting Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi • taka lut í online fundum har tey venda spurningum, ið krevja at tey brúka ástøði um máltilognan, tá tey viðgera undirvísíng í enskum sum eitt fremmandamál í føroyskum skúlum • undirvísa í einum evni, sum tey hava valt úr galdandi námsætlan fyri enskt • gera postarar og velja/gera videobrot, ið vísa, at tey skilja og duga at brúka hugtøk, ið arbeitt verður við á skeiðnum
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Kalpana Vijayavarathan-R