6741.22 - Enskt sum undirvísingarfak II. Enskt sum fremmandamál: Undirvísingarhættir og tilgongdir í enskt undirvísing, og at gera undirvísingarætlanir og tilfar.


Skeiðsnummar
6741.22
Heiti
Enskt sum undirvísingarfak II. Enskt sum fremmandamál: Undirvísingarhættir og tilgongdir í enskt undirvísing, og at gera undirvísingarætlanir og tilfar.
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í, hvussu fatanin av at undirvísa í enskum sum fremmandamáli hevur ment seg gjøgnum tíðirnar, og at tey lesandi fáa haldgóðan kunnleika til háttaløg í hesi undirvísing. Eitt annað endamál er, at tey lesandi skulu læra at nærlesa og kritiskt meta um undirvísingarætlanir og tilfar, ið verður nýtt í enskum í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið er í trimum høvuðspørtum: • Háttaløg í at undirvísa í enskum sum fremmandamáli • Námsætlanin, at smíða undirvísingarætlanir • At smíða undirvísingarætlanir og gongdir í miðdeild og hádeild fólkaskúlans.
Læru- og undirvísingarhættir
 Fyrilestraundirvísing.  Lesandi undirvísa hvørjum øðrum.  Smærri og størri uppgávur – einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • lýsa og kjakast um ymiskar lærutilgongdir, ið kunnu nýtast, tá ein undirvísur í enskum sum fremmandamáli • eyðmerkja fjølbroyttar undirvísingarhættir og tilgongdir, ið kunnu nýtast, tá ið ein undirvísir í enskum sum fremmandamáli, og at vísa við dømum, hvussu hesar tilgongdir kunnu fremjast í føroyska fólkaskúlanum • brúka kriteriu fyri hvussu fólk læra enskt sum fremmandamál til at meta um 1) undirvísingarbøkur í enskum, 2) hvussu viðkomandi hesar bøkur eru í mun til námsætlanina, og 3) hvussu effektivar tær eru sum undirvísingartilfar í at læra enskt • smíða undirvísingarætlanir og at seta tilfar saman, ið er rættað ímóti ymsum floksstigum og sum sampakkar við námsætlanina fyri enskt.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Kalpana Vijayavarathan-R