6743.22 - Enskt sum undirvísingarfak IV - Málførleiki við støði í mállæru og gjøgnum bókmentir


Skeiðsnummar
6743.22
Heiti
Enskt sum undirvísingarfak IV - Málførleiki við støði í mállæru og gjøgnum bókmentir
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Lesandi skulu læra at sniðgeva lærugongdir, sum læra næmingar málførleikar á ein virknan hátt, og har mállæra verður lærd í sínum náttúrliga samanhangi. Lesandi skulu harumframt fáa eitt yvirlit yvir høvuðssløgini í bókmentarkritikki (literary criticism) og í bókmentargreining (literary analysis) og læra at nýta hesi háttaløg í verki.
Innihald
Undirvísing og eftirmeting av teimum fýra førleikaøkinum, ið mynda enskt sum fremmandamál í fólkaskúlanum. T.e. • At lurta • At tosa • At lesa • At skriva - her er mállæra íroknað Bókmentarkritikkur og bókmentagreining. • Ymiskar sløg av bókmentarkritikki (literary criticism) • Ymisk amboð í bókmentagreining
Læru- og undirvísingarhættir
Fjølbroytt undirvísing:  Fyrilestraundirvísing.  Lesandi arbeiða sjálvstøðugt, tvey og tvey og í bólkum  Lesandi, hvør sær og tvey og tvey, gera verkætlanir
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • sniðgeva lærugongdir, sum hava til endamáls at læra næmingarnar í fólkaskúlanum teir fýra málførleikarnar og at læra mállæru í sínum náttúrliga samanhangi • sniðgeva lærugongdir, sum hava til endamáls at læra næmingar fólkaskúlans at greina, tulka og kritiskt meta um ymisk tekstasløg
Próvtøkuháttur
Próvtøka er munnlig. Lesandi leggja fram einsæris. Í próvtøkuni skulu tey lesandi vísa, hvussu tey skipa eina undirvísing, ið tekur støði í einum bókmentanarligum teksti, har tey brúka undirvísngarhættir, ið seta sjóneykuna á tveir málførleikar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Kalpana Vijayavarathan-R