6755.23 - Føroyskt sum undirvísingarfak I – Mál og málundirvísing


Skeiðsnummar
6755.23
Heiti
Føroyskt sum undirvísingarfak I – Mál og málundirvísing
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi fær eina greiða fatan av, hvussu móðurmálið virkar sum ein grundleggjandi partur av samskifti manna millum á ymiskum pallum. Eisini tvørgangandi. Endamálið er somuleiðis, at tann lesandi sjálvstøðugt megnar at gruna um málsligar spurningar og samskifta um hesar bæði í undirvísingarhøpi í skúlanum og í fakligum høpi millum starvsfelagar. Og til seinast skal tann lesandi læra at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísingargongdir í føroyskum, ið eru aldurssvarandi og næmingalagaðar. Hetta seinasta verður gjørt við støði í námsætlanini fyri føroyska fólkaskúlan.
Innihald
Skeiðið er í átta høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: (1) Tær fimm samskiftismentanirnar (2) Málbroyting og málrøkt (3) Málmót og grannamál (4) Máltøkni og hjálpiamboð (5) Málføri og nøvn (6) Mállæra og mállærufrálæra (7) Skrivaða málið og eftirmetingar (8) Móðurmálsundirvísing og málundirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samvirkandi undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá málsligari menning í einum søguligum samskiftishøpi • greiða frá sambandinum millum føroyskt og grannamálini • greina málsligar broytingar og rák í føroyskum • meta um málnýtslu á ymiskum samskiftispallum • brúka og meta um gagnliga nýtslu av tøkni og serstakliga máltøkni í einum undirvísingarligum høpi • grunda yvir og kjakast um málslig evni í einum undirvísingarligum høpi • vísa við dømum, hvussu ein lærari kann næmingalaga málundirvísingina í føroyskum • stíga fram og halda styttri framløgur um málslig evni
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi greiða nøkur lestraravrik úr hendi. Hesi avrik skulu latast inn ella leggjast fram fyri undirvísara og/ella floksfeløgunum. Undirvísarin metir um avrikini so hvørt, og tey lesandi fáa ávegis eftirmeting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson