6756.23 - Føroyskt sum undirvísingarfak II – Tekstasløg og undirvísing í tekstasløgum


Skeiðsnummar
6756.23
Heiti
Føroyskt sum undirvísingarfak II – Tekstasløg og undirvísing í tekstasløgum
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til lestur sum lærari á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi fær eina greiða fatan av, hvussu arbeiðast kann við ymiskum tekstasløgum (víðkaða teksthugtakið) í undirvísingarhøpi. Endamálið er somuleiðis, at tann lesandi sjálvstøðugt megnar at gruna um tekstir og samskifta um hesar bæði í undirvísingarhøpi í skúlanum og í fakligum høpi millum starvsfelagar. Og til seinast skal tann lesandi læra at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísingargongdir í evninum, ið eru aldurssvarandi og næmingalagaðar. Hetta seinasta verður gjørt við støði í námsætlanini fyri føroyska fólkaskúlan.
Innihald
Skeiðið er í sjey høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Í øllum pørtunum er fakdidaktiska sjónarhornið stýrandi. Partarnir eru hesir: (1) Bókmentasøga (2) Bókmentagreinir og greiningarhugtøk (3) Bókmentadidaktikkur og snið (4) Greining og tulking av fagurbókmentum (5) Viðgerð og meting av yrkisbókmentum (6) Fjøltáttað tekstasløg (7) Eginframleiðsla av tekstum (8) Undirvísing í bókmentum og bókmentasøgu
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samvirkandi undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá bókmentaligum høvuðsrákum í evropeiskum og føroyskum høpi • greiða frá bókmentasløgunum og teirra sínámillum samband • greina og viðgera fagur- og yrkisbókmentaligar tekstir • meta um tekstir og teirra leiklut í einum breiðum bókmenta- og miðlahøpi • grunda yvir og kjakast um bókmentalig evni í einum undirvísingarligum høpi, ið er beinleiðis knýtt at førleikamálunum í námsætlanini fyri føroyskt í hádeild fólkaskúlans. • brúka og meta um gagnliga nýtslu av fjøltáttaðum tekstasløgum í undirvísingarligum høpi • at stíga fram og halda styttri framløgur um bókmentalig evni.
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skulu tey lesandi gera eina synopsis um eitt sjálvvalt verk og vísa við ítøkiligum dømum, hvussu hetta verk kann nýtast í undirvísingarhøpi. Synopsan skal leggjast fram munnliga. Synopsan kann skrivast og verjast einsæris ella tvey og tvey. Próvtøkan verður lýst neyvari í sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson