6758.23 - Føroyskt sum undirvísingarfak IV – Evnislestur og hugdýping


Skeiðsnummar
6758.23
Heiti
Føroyskt sum undirvísingarfak IV – Evnislestur og hugdýping
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Skeiðið tekur støði í hádeild fólkaskúlans. Tann lesandi skal fáa innlit í ymisk evni, ið kunnu takast upp í undirvísingini í føroyskum einsæris og í tvørgreina og tvørfakligum høpi. Tann lesandi skal somuleiðis fáa innlit í, hvussu undirvísingargongdir kunnu eftirmetast, og hvussu ársroyndir og próvtøkur kunnu skipast.
Innihald
Skeiðið er í fleiri sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum: - Evnisarbeið sum undirvísingargongd - Evnislestur sum hugdýpingaramboð - Undirvísingargongdir, ið taka støði í úrvaldum evnum - Synopsa sum próvtøkuháttur
Læru- og undirvísingarhættir
Lærarastýrd undirvísing við fyrilestrum og framløgum. Dialogisk undirvísing, har lesandi og undirvísari skifta orð um viðkomandi undirvísingarspurningar. Bólka- og einstaklingaarbeið, ið tekur støði í úrvaldum undirvísingarevnum. Tey lesandi fáa, sum skeiðið líður, høvi at hugdýpa seg í sjálvvaldum evni, sum verður grundarlag í próvtøkuni.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri • at greiða frá, hvussu evnisarbeiði og -lestur kunnu nýtast sum lærutilgongdir í føroyskum í hádeild fólkaskúlans • at greiða frá, hvussu evnislestur kann nýtast í tvørfakligari undirvísing • at meta um, hvørji evni eru týdningarmikil og viðkomandi at taka upp í føroyskum í hádeildini • at meta um, hvørja ávirkan tekstaslagið hevur á, hvussu eitt evni verður lýst, greinað og tulkað • at meta um fyrimunir og vansar við synopsuni sum próvtøkuhátti í føroyskum og nýta synopsuna sum próvtøkuhátt • at leggja eina undirvísingargongd til rættis, har eitt útvalt evni verður lýst við støði í fleiri ymiskum tekstum og tekstasløgum - bæði yrkisbókmentum og fagurbókmentum – og frá ymiskum tíðarskeiðum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva (9-11 síður) (Próvtøkuorðingin verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Páll Isholm