6770.22 - Danskt sum undirvísingarfak I – Danskt mál og málundirvísing


Skeiðsnummar
6770.22
Heiti
Danskt sum undirvísingarfak I – Danskt mál og málundirvísing
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Skeiðið hevur trý høvuðsendamál: Tann lesandi skal fyrst fáa vitan um danskt mál og danska mállæru. Tann lesandi skal tínæst fáa eina fatan av, hvørja støðu og hvønn leiklut danskt hevur í føroyska samfelagnum og í føroyska fólkaskúlanum í dag. Og til seinast skal tann lesandi læra at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísingargongdir í donskum máli, ið eru aldurssvarandi og næmingalagaðar. Hetta seinasta verður gjørt við støði í námsætlanini fyri føroyska fólkaskúlan.
Innihald
Skeiðið er í 6 sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum - Danskt mál (at lesa, at skilja, at tosa, at skriva) og donsk mállæra - Danskt sum undirvísingarfak í føroyska fólkaskúlanum (munurin á móðurmálsundirvísing og undirvísing í einum fremmandamáli) - Námsætlanin fyri lærugreinina danskt - Undirvísingarhættir og undirvísingartilfar í danskari mállæru - At rætta fyrisagnir og stílar (m.a. at geva próvtal og at geva konstruktivar viðmerkingar) - Skriftligir próvtøkuhættir í donskum máli
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður fjølbroytt: Lærarastýrd undirvísing við fyrilestrum og framløgum. Dialogisk undirvísing har lesandi og undirvísari skifta orð um viðkomandi undirvísingarspurningar. Bólka- og einstaklingaarbeiði, ið tekur støði í úrvaldum undirvísingarevnum. Tey lesandi fara somuleiðis at fyrireika og at standa fyri styttri undirvísingaraktivitetum og at leggja egið arbeiði fram fyri floksfeløgunum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri • at greiða frá danskari mállæru • at greiða frá námsætlanini fyri danskt í føroyska fólkaskúlanum • at vísa á tær avbjóðingar og teir møguleikar, ið eru knýttir at fremmandamálsundirvísing • at meta um undirvísingrtilfar og at seta undirvísingartilfar saman, ið hóskar til ein ávísan aldursbólk (t.e. miðdeild og hádeild) og málbólk (t.e. næmingar, ið hava ymiskar lærufortreytir) • at rætta og próvmeta næmingaavrik – bæði stílskriving, mállæruuppgávur og fyrisagnir • at geva konstruktivar eftirmetingar – bæði til stílskriving, mállæru og fyrisagnir • at geva ítøkilig dømi um, hvussu ein undirvísingargongd í donskum máli og danskari mállæru kann skipast
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi greiða nøkur lestraravrik úr hendi. Hesi avrik skulu latest inn ella leggjast fram fyri undirvísara og/ella floksfeløgunum. Undirvísarin metir um avrikini so hvørt, og tey lesandi fáa ávegis eftirmeting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson