6771.22 - Danskt sum undirvísingarfak II – Undirvísing í ymiskum tekstasløgum (Genredidaktik)


Skeiðsnummar
6771.22
Heiti
Danskt sum undirvísingarfak II – Undirvísing í ymiskum tekstasløgum (Genredidaktik)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Skeiðið hevur trý høvuðsendamál. Tann lesandi skal fáa innlit í tey tekstasløg, ið eru miðdepils í lærugreinini danskt í føroyska fólkaskúlanum. Tann lesandi skal læra at greina og tulka eksemplariskar tekstir, ið hoyra til ymisku tekstasløgini. Og tann lesandi skal læra at fyrireika, fremja í verki og eftirmeta undirvísing í úrvaldu tekstasløgunum. Hetta seinasta verður gjørt við støði í námsætlanini fyri føroyska fólkaskúlan.
Innihald
Skeiðið er í fleiri sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum - Genrudidaktikkur – viðkomandi dansktfaklig hugtøk í tekstagreining og viðkomandi greiningarfrymlar - Fagurbókmentir (fiktion): Eitt nú skaldsøgan, stuttsøgan, yrkingin og sjónleikurin - Yrkisbókmentir (fakta): Eitt nú røðan, heimildarfilmurin - Víðkaða teksthugtakið og nýggj tekstasløg - Undirvísingartilgongdir, ið eru vælegnaðar til ymisku tekstasløgini
Læru- og undirvísingarhættir
Lærarastýrd undirvísing við fyrilestrum og framløgum. Dialogisk undirvísing, har lesandi og undirvísari skifta orð um viðkomandi undirvísingarspurningar. Bólka- og einstaklingaarbeiði, ið tekur støði í úrvaldum undirvísingarevnum. Tey lesandi fara somuleiðis at fyrireika og at standa fyri styttri undirvísingaraktivitetum og at leggja egið arbeiðið fram fyri floksfeløgunum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera førur fyri • at greiða frá, hvat námsætlanin fyri danskt sigur um innihaldið í dansktfakinum og um ymisku tekstasløgini • at greiða frá, hvat eyðkennir ymisku tekstasløgini, og hvør er munurin teirra millum • at greina og tulka ymisk tekstasløg – bæði yrkistekstir og fagurbókmentir • at meta um, hvussu ein kann nýta nýggjari tekstasløg í undirvísingini í donskum – t.d. spælifilm, sjónvarpsrøð og podcast • at meta um, hvørji tekstasløg og hvørjir tekstir eru vælegnaðir at nýta í ávikavíst grund- og hádeild fólkaskúlans • at leggja eina undirvísingargongd til rættis, har arbeitt verður við annaðhvørt einum tekstaslagi, ella sum bregðar tvey ella fleiri tekstasløg saman • at eftirmeta næmingaavrik, tá ið teir fáast við úrvald tekstasløg – og at geva konstruktivar viðmerkingar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (6 tímar). Próvtøkan er í tveimum høvuðspørtum. Tann lesandi • skal greina og tulka ein ella fleiri úrvaldar tekstir • meta um og geva dømi um, hvussu hesin teksturin (ella hesir tekstir) kunnu nýtast í undirvísingarhøpi í føroyska fólkaskúlanum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson