6773.22 - Danskt sum undirvísingarfak IV – Temalestur og temaundirvísing


Skeiðsnummar
6773.22
Heiti
Danskt sum undirvísingarfak IV – Temalestur og temaundirvísing
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Skeiðið tekur støði í hádeild fólkaskúlans. Tann lesandi skal fáa innlit í ymisk undirvísingartemu, ið kunnu takast upp í undirvísingini í donskum. Og hann skal somuleiðis fáa innlit í, hvussu undirvísingargongdir kunnu eftirmetast í donskum, og hvussu ársroyndir og próvtøkur kunnu skipast.
Innihald
Skeiðið er í fleiri sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum: - Evnisarbeiði sum undirvísingargongd. - Temalestur sum hugdýpingarmið. - Genrudidaktikkur - faklig hugtøk, tekstagreining og greiningarfrymlar. - Samanspælið ímillum at nærlesa ein tekst og at seta tekstin í frásjón. - Undirvísingargongdir, ið taka støði í úrvaldum temum - Synopsa sum próvtøkuháttur
Læru- og undirvísingarhættir
Lærarastýrd undirvísing við fyrilestrum og framløgum. Dialogisk undirvísing, har lesandi og undirvísari skifta orð um viðkomandi undirvísingarspurningar. Bólka- og einstaklingaarbeiði, ið tekur støði í úrvaldum undirvísingarevnum. Tey lesandi fáa, sum skeiðið líðir, høvi til at hugdýpa seg í sjálvvaldum evni, sum fer at liggja til grund fyri próvtøkuni.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri • at greiða frá, hvussu evnisarbeiði og temalestur kunnu nýtast sum lærutilgongdir í donskum í hádeild fólkaskúlans • at greiða frá hvussu temalestur kann nýtast í tvørfakligari undirvísing • at meta um, hvørji temu eru týdningarmikil og viðkomandi at taka upp í donskum í hádeildini • at meta um, hvørja ávirkan tekstaslagið hevur á, hvussu eitt tema verður lýst, greinað og tulkað • at meta um fyrimunir og vansar við synopsuni sum próvtøkuhátti í donskum • at leggja eina undirvísingargongd til rættis, har eitt útvalt evnið verður lýst við støðið í fleiri ymiskum tekstum (eitt nú ymiskum tekstasløgum - bæði yrkisbókmentum og fagurbókmentum – og frá ymiskum tíðarskeiðum.
Próvtøkuháttur
Synopsa (5 – 7 ½ blaðsíða + fylgiskjøl) (Próvtøkuorðingin verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson