6802.21 - Støddfrøði í grund- og miðdeild


Skeiðsnummar
6802.21
Heiti
Støddfrøði í grund- og miðdeild
ECTS
20
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í støddfrøði. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av støddfrøðiliga innihaldinum í grund- og miðdeild fólkaskúlans, umframt granskingargrundað innlit í, hvussu undirvísing kann leggjast til rættis fyri at styðja menning í hesum innihaldi við atliti til kognitivu- og sosialu fortreytunum hjá næmingunum.
Innihald
Skeiðið er í tveimum høvuðspørtum í mun til støddfrøðiligt innihald. Hetta innihald verður viðgjørt úr einum fakligum og fakdidaktiskum sjónarhorni og ítøkiligt greinað í mun til undirvísing í 1.-6. flokki: Tøl og algebra • Talfatan hjá næmingum fyrstu skúlaárini, herundir menning av mannagongdum innan aritmetik. • Talmynstur, generaliseringar og algebra fyrstu árini. • Trupulleikaloysing og modellering í støddfrøði. Geometri • Geometriskar konstruktiónir við og uttan kunningartøkni, umframt fyrimunir og vansar hesum viðvíkjandi. • Kannandi háttalag mótvegis úrleiðsluháttalag í geometri og støddfrøði sum heild. • Didaktikk um máting (longd, vídd og rúmd).
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna: • at greiða frá støddfrøðiliga innihaldinum í grund- og miðdeild fólkaskúlans, • at loysa uppgávusløg, ið næmingar arbeiða við í grunddeild- og miðdeild fólkaskúlans – m.a. í mun til modellering og trupulleikaloysing, • at vísa dømi um kannandi háttaløg og úrleiðsluháttaløg í støddfrøðiundirvísing, • at hugleiða um og taka støðu til fakdidaktiska gransking í mun til menning av talfatan og mannagongdum innan aritmetik og algebra, umframt menning av geometriskari hugsan, • at kunna grundgeva fyri, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi og innihaldsríka støddfrøðiundirvísing. Hetta skal verða gjørt úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum høvuðspørtum: 1) Ígjøgnum skeiðið skulu lesandi greiða úr hondum eina røð av uppgávum so sum yvirlitspappír, framløgur og skrivliga roynd. Hesar uppgávur skulu góðkennast og verða mettar sum staðið/ikki staðið. 2) Við skeiðslok skulu tey lesandi lata inn eina framløguskrá (da. synopsis), sum kann verða skrivað í tvey- ella trímansbólkum. Munnliga próvtøkan verður ein framløga av skránni. Próvtal verður givið og lesandi verða mett einsæris.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted