6805.22 - Støddfrøði sum undirvísingarfak I - Algebra og geometri úr fakdidaktiskum sjónarhorni.


Skeiðsnummar
6805.22
Heiti
Støddfrøði sum undirvísingarfak I - Algebra og geometri úr fakdidaktiskum sjónarhorni.
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 6. til 10. flokk í støddfrøði við serligum atliti til algebra og geometri. Harumframt skal tann lesandi fáa eitt granskingargrundað fakdidaktiskt innlit, ið ger hann føran fyri leggja eina undirvísing til rættis, sum tekur atlit til kognitivu- og sosialu fortreytirnar hjá næmingunum.
Innihald
Høvuðstemuni í skeiðnum eru: • Generaliseringar, líkningar og funktiónir. • Renturokning, trupulleikaloysing og modellering í støddfrøði. • Klassisk og analytisk geometri, herundir skilvís hugsan og próvførsla. • Trigonometri og ikki-euklidisk geometri. • Námsætlan fyri støddfrøði í føroyska fólkaskúlanum. • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir í støddfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna: • at greiða frá støddfrøðiliga innihaldinum innan algebra og geometri í mið- og hádeild fólkaskúlans, • at loysa uppgávusløg, ið næmingar arbeiða við í mið - og hádeild fólkaskúlans, • at vísa dømi um kannandi háttaløg og úrleiðsluháttaløg í støddfrøðiundirvísing, • at hugleiða um og taka støðu til fakdidaktiska gransking, ið varpar ljós á, hvussu næmingar fata algebra og geometri , og hvussu henda fatan kann broytast og víðkast við góðari undirvísing • at grundgeva fyri, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi, næmingalagaða og innihaldsríka støddfrøðiundirvísing. Hetta skal verða gjørt úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka: Ígjøgnum skeiðið skulu lesandi greiða úr hondum eina røð av uppgávum so sum yvirlitspappír, framløgur og skrivliga royndir. Hesar uppgávur skulu góðkennast og verða mettar sum staðið/ikki staðið. Lesandi verða mett einsæris.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted