6806.22 - Støddfrøði sum undirvísingarfak II - Støddfrøði didaktikkur


Skeiðsnummar
6806.22
Heiti
Støddfrøði sum undirvísingarfak II - Støddfrøði didaktikkur
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í miðdeild og hádeild fólkaskúlans í støddfrøði. Tann lesandi skal fáa innlit í granskingargrundaði støddfrøði-didaktisk ástøði og háttaløg. Hetta innlit skal gera tann lesandi føran fyri at fyrireika og fremja eina næmingalagaða undirvísing, sum leggur upp fyri, at næmingar í sama flokki kunnu hava ymiskar kognitivar- og sosialar fortreytir.
Innihald
Vit seta fokus á miðdeild- og hádeild fólkaskúlans. Høvuðsevnini eru: • Uttanatslæra í støddfrøði mótvegis læring, har stigvís fatan av støddfrøðiliga innihaldinum er í miðdepli. • Støddfrøðiligir førleikar, støddfrøðiligt innihald og námsætlanir. • Ástøði, ið snúgva seg um ávikavist (1) støddfrøði læring sum tilognan og (2) støddfrøði læring sum luttøka. • Virksemisundirvísing, leikluturin hjá lærarunum, samskifti og sosiostøddfrøðiligir normar. • Eftirmetinghættir í lærugreinini støddfrøði. • Ástøði um KT í støddfrøði undirvísing.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna • at greiða frá týðandi støddfrøði didaktiskum ástøðum. • at lýsa sosiostøddfrøðiligir normar og læraraleiklutin í einari næmingalagari virksemisundirvísing í støddfrøði. • at vísa dømi um ávikavist (1) uttanatslæring, (2) læring sum stigvís fatan, (3) læring sum tilognan og (4) læring sum luttøka í støddfrøðiundirvísing. • at samantvinna støddfrøði didaktisk ástøði við ítøkilig undirvísingardømi í mið- og hádeild fólkaskúlans. • at hugleiða um og taka støðu til støddfrøði didaktisk ástøði og gransking í mun støddfrøði undirvísing í mið- og hádeild fólkaskúlans.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: 1) Ein skrivlig próvtøka. 2) Við skeiðslok skulu tey lesandi lata inn eina framløguskrá (t.e. synopsis), sum kann verða skrivað í tvey- ella trímansbólkum. Munnliga próvtøkan tekur støði í hesi skránni. Lesandi verða mett einsæris. Ein samlað meting verður givin fyri bæði próvtøkuavrikini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted