6808.22 - Støddfrøði sum undirvísingarfak IV - Stokastik úr fakdidaktiskum sjónarhorni.


Skeiðsnummar
6808.22
Heiti
Støddfrøði sum undirvísingarfak IV - Stokastik úr fakdidaktiskum sjónarhorni.
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 6. til 10. flokk í støddfrøði við serligum atliti til hagfrøði og sannlíkindi. Harumframt skal tann lesandi fáa eitt granskingargrundað fakdidaktiskt innlit, ið ger hann føran fyri leggja eina undirvísing til rættis, sum tekur atlit til kognitivu- og sosialu fortreytirnar hjá næmingunum.
Innihald
Høvuðstemuni í skeiðnum eru: • Kannandi dátagreining. • Deskriptiv hagfrøði. • Stokastik didaktik. • Sannlíkindi og sannlíkisfordeilingar. • Stakroyndir og metingar. • Námsætlan fyri stokastik í føroyska fólkaskúlanum. • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir innan stokastik.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna: • at greiða frá støddfrøðiliga innihaldinum innan hagfrøði og sannlíkindi í mið- og hádeild fólkaskúlans, • at loysa uppgávusløg, ið næmingar arbeiða við í mið - og hádeild fólkaskúlans, • at vísa dømi um kannandi háttaløg og úrleiðsluháttaløg í støddfrøðiundirvísing, • at hugleiða um og taka støðu til fakdidaktiska gransking, ið varpar ljós á, hvussu næmingar fata hagfrøði og sannlíkindi, og hvussu henda fatan kann broytast og víðkast við góðari undirvísing • at kunna grundgeva fyri hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi, næmingalagaða og innihaldsríka støddfrøðiundirvísing. Hetta skal verða gjørt úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum høvuðspartum: Ígjøgnum skeiðið skulu lesandi greiða úr hondum eina røð av uppgávum so sum yvirlitspappír, framløgur og skrivligar royndir. Hesar uppgávur skulu góðkennast og verða mettar sum staðið/ikki staðið. • Við skeiðslok skulu tey lesandi lata inn eina framløguskrá (t.e. synopsis), sum kann verða skrivað í tvey- ella trímansbólkum. • Munnliga próvtøkan tekur støði í hesi skránni. Lesandi verða mett einsæris. (Próvtøkuhátturin verður neyvari lýstur í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted