6850.21 - Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur


Skeiðsnummar
6850.21
Heiti
Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við lærarayrkið. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av skúlans uppgávu í 21. øld, og hvørjir mentanarligir-, sosialir- og kognitivir faktorar ávirka menningar- og lærumøguleikarnar hjá børnum og ungum í dag. Tann lesandi skal harumframt fáa innlit í, hvat eyðkennir góða undirvísing og fjølbroyttar undirvísingargongdir
Innihald
Skeiðið er í 7. høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Skúlagongdin og skúlaroyndirnar hjá teimum lesandi (Autobiografi, skúlaanamnesa og persónlig lærufatan) - Hin føroyski fólkaskúlin (Sosialisering, dannilsi, lóg og námsætlan) - Barna- og ungdómsmentan (Mentanin uttanskúla sum lærufortreyt innanskúla) - Góð undirvísing – kanningar og metakanningar (“Tann empiriska vendingin”) - Granskingargrundað undirvísing - Menningar- og læringarsálarfrøði (Ástøði um atburð, motivatión, sjálvsmenning, kognitión, intelligens og málmenning) - Fjølbroyttar undirvísingargongdir (Frá læruástøði til undirvísingarhátt)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá, hvussu hansara persónliga skúlasøga og hansara persónligu skúlaroyndir hava myndað ta læru- og undirvísingarfatan, hann hevur við sær inn á læraraútbúgvingina • greiða frá, hvat altjóða skúlagranskarar siga um úrslitagóða undirvísing í 21. øld • meta um hvat eyðkennir lívið og gerandisdagin hjá børnum og ungum í dag – bæði í skúlanum og uttanfyri skúlan • meta um, hvat er endamálið við fólkaskúlatilboðnum við støði í viðkomandi skjølum og myndlum – m.a. fólkaskúlalógini og galdandi námsætlanum • flokka og samanbera grundleggjandi menningar- og læringarástøði • grunda yvir og kjakast um sambandið millum grundleggjandi læruástøði øðrumegin og ítøkiligar undirvísingartilgongdir hinumegin • at stíga fram og halda stytti framløgur um úrvald námsfrøðilig temu
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum. - Tá ið skeiðið er hálvrunnið, skulu tey lesandi fremja eitt evnisarbeiði um eitt úrvalt høvuðsevni. Evnisarbeiðið verður framt í 2. ella 3. mansbólkum. - Áðrenn skeiðið endar, skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu, ið tekur støði í einum ella fleiri høvuðsevnum. Uppgávan verður skrivað í 2. ella 3. mansbólkum, og hon skal verjast munnliga. - Bæði evnisarbeiðið og spurdómsstýrda uppgávan telja við í endaligu metingina. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku eftir páskasteðgin 2022. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tit fáa fullfiggjaðan lestrarlista, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Rúna í Skála