6854.22 - Undirvísing og læring IV – Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
6854.22
Heiti
Undirvísing og læring IV – Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey (1) nema sær innlit í týðandi tættir í siðvenjum, m.a. í kristni siðaarvinum og modernaðum siðvenjum, ið hava myndað okkara samfelag, gerast tilvitaði um hvussu hesar ávirka virkisøkið hjá lærarum, og læra at rúma menniskjum við ymsum lívsáskoðanum í dagliga lívinum á skúlanum; (2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk og duga at brúka tey í viðkomandi yrkisstøðum hjá lærarum; og (3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi lærarir, ið skulu stuðla menningini og myndanini av børnum.
Innihald
Høvuðsevnini eru: • Virðir og endamálsorðing fólkaskúlans • Grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum, ið hava myndað føroyska samfelagið og fólkaskúlan • Tættir í vesturlendskum fólkaræðum, s.s. modernitetur og sekularisma • Grundleggjandi etiskar siðvenjur og hugtøk • Etisk menning og myndan á skúlum • Yrkisetikkur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar og framløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • taka støðu til hvønn leiklut ymsar siðvenjur, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, hava í føroyska samfelagnum, serliga innanskúla í myndanaruppgávu skúlans • greiða frá og samanbera ymsar siðalærur, og vísa hvussu hesar eru viðkomandi í teirra komandi yrki • seta orð á og grundgeva fyri, hvør yrkisetiski leikluturin hjá lærarum er, tá hugsað verður bæði um næmingarnar, ið lærarar arbeiðir við, og um almennu karmarnar fyri skúlaverkið
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga (Próvtøkan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen