6855.22 - Undirvísing og læring V - Sernámsfrøði og KT-didaktiskir hjálparmiðalar


Skeiðsnummar
6855.22
Heiti
Undirvísing og læring V - Sernámsfrøði og KT-didaktiskir hjálparmiðalar
ECTS
10
Endamál
Skeiðið er í tveimum høvuðspørtum: Endamálið við tí partinum av skeiðnum, ið snýr seg um sernámsfrøði er, er at geva tí lesandi innlit í sernámsfrøði sum sergrein í fólkaskúlanum og sum partur av almennu námsfrøðini. Tann lesandi skal harumframt fáa vitan um rættindi næminganna og skyldur skúlans og lærarans í sambandi við næmingar í avbjóðandi læringsumhvørvi. Endamálið við tí partinum av skeiðnum, ið snýr seg um kt-didaktikk, er at geva tí lesandi innlit í praktisk kt-didaktisk viðurskifti í føroyska fólkaskúlanum eins og kt-didaktisk rák í nútíðini. Tann lesandi skal sleppa at royna seg við praktiskum royndum, ið vísa á møguleikar og avbjóðingar í kt-didaktiska økinum.
Innihald
Sernámsfrøði: • Sernámsfrøði sum pedagogisk sergrein og sum partur av almennu skúlaskipanini (og námsfrøðini) • Sernámsfrøðiliga rákið í 21. øld • Lógar- og kunngerðarverk og onnur vegleiðandi og fyriskrivandi skjøl á sernámsfrøðiliga økinum • Sernámsfrøðiliga økið í Føroyum: T.d. Barna- og Ungdómspsykiatriin, Sernám, Førleikastovur, Próvstovan og Nám. • Diagnosan og diagnostisku skipanirnar ICD-11 og DSM-V • Sernámsfrøðilig ástøði og háttaløg í mun til úrvaldar málbólkar • Næmingalagað undirvísing/inkluderandi undirvísing • Tvørgreinaligt samstarv og foreldrasamstarv KT didaktikkur: • Børnini í skúlanum, sædd við kt-didaktiskum brillum • Skúlin í einum kt-didaktiskum markamóti • Lærarin sum superbrúkari ella lærlingur • Leikluturin hjá foreldrum • Praktiskar royndir við útvaldum amboðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, gestafyrilestrar, casearbeiði, lesandi hava smærri upplegg/framløgur, venjingar av ymiskum slag, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, loggbókaskriving, videobrot og kjakbólkar.
Læruúrtøka
Sernámsfrøði: Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá, hvat eyðkennir sernámsfrøði sum sergrein og sum partur av almennu skúlaskipanini/námsfrøðini • greiða frá rættindi næminganna í avbjóðandi læringsstøðum og skyldur skúlans og lærarans • greiða frá, hvussu sernámsfrøðiliga økið er skipað í Føroyum • skyna ímillum ymiskar diagnostiskar trupulleikar • meta um og taka støðu til, hvussu undirvísingin kann skipast við atliti at næmingum í serliga avbjóðandi støðum • meta um fyrimunir og avbjóðingar við tvørgreinaligum samstarvi • kjakast um hugtøkini “næmingalagað undirvísing” og “inkluderandi pedagogikkur” KT-didaktikkur: Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • meta um kt-fortreytir hjá børnunum í nútíðarskúlanum • meta um, hvørjir fyrimunir og vansar eru við útvaldum amboðum og miðlum, ið kunnu nýtast kt-didaktiskt. • kjakast um tann leiklut, ið foreldur hava, sæð við kt-didaktiskum brillum. • lýsa avbjóðingar, ið skúlin stendur í kt-didaktiskt • nýta í minsta lagi eitt kt-amboð, ið kann brúkast konkret í undirvísing.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi • møta til undirvísing • taka virknan lut í kjaki og bólkaarbeiði • skriva loggbók gjøgnum alt skeiðið, ið skal vera til taks við skeiðslok • havt framløgur í størri og smærri bólkum gjøgnum skeiðið og við skeiðslok
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlista, áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson