6856.22 - Undirvísing og læring VI - didaktisk ætl og didaktiskar avbjóðingar


Skeiðsnummar
6856.22
Heiti
Undirvísing og læring VI - didaktisk ætl og didaktiskar avbjóðingar
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi skal fáa innlit í, hvat eyðkennir lærarayrkið, og hvørjar námsfrøðiligar og didaktiskar uppgávur ein lærari skal loysa gjøgnum dagin, vikuna og árið. Harumframt skal tann lesandi fáa eina fatan av, hvussu lærarar samstarva við (1) leiðslu skúlans, (2) starvsfelagar, (3) foreldur og onnur avvarðandi.
Innihald
Skeiðið er sett saman av hesum pørtum: • Lærarayrkið – millum tað fakliga, tað pedagogiska og tað persónliga • Námsætlan og ársætlan • Innihaldið í undirvísingini – lærubøkur og lærubókaskipanir • Undirvisingarhættir – frá auditorium til laboratorium • Eftirmeting, próvtøkur og próvtøl • Foreldrasamstarv – viðtal, fundir og heimaarbeiði • Toymissamstarv – flokstoymi, faklig toymi og tvørprofessionel toymi • Flokslærarin – tann serligi lærari í skúlanum • Útiskúli • Starvslæran
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta fjølbroyttar undirvísingarhættir: Fyrilestrar, cooperativar undirvísingargongdir, kjakbólkar, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, framløgur í smærri bólkum, styttri evnisrættaðar uppgávur, styttri spurdómsvendar uppgávur, spurning/svar-uppgávur, repeteringsvenjingar. O.a..
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at tosa opið, erligt og skikkað um lærarayrkið og tær avbjóðingar, sum eru ein samfastur partur av lærarayrkinum • at greiða frá, hvussu ein árs-, viku- og dagsætlan kann leggjast til rættis • at vísa við dømum, hvørjar lærubókaskipanir eru til at taka – og kunnu viðmælast – í ymiskum lærugreinum og á ymiskum floksstigum • at lýsa ymiskar undirvísingarhættir og at taka støðu til, nær ein háttur er betri egnaður enn ein annar • at hugleiða um ávegis eftirmeting og endaliga eftirmeting og meta um, hvussu ymiskir eftirmetingarhættir kunnu nýtast skynsamt í skúlanum • at seta orð á, hvørjar uppgávur flokslærarin skal taka sær av • at hugleiða um, hvussu ávíkavíst eitt gott foreldrasamstarv og eitt gott toymissamstarv kann skipast • at leggja eina ætlan, ið vísir, hvussu útiskúli kann skipast og meta um, nær uttandura undirvísing kastar meiri av sær enn innandurða undirvísing
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skulu tey lesandi til munnliga próvtøku. Próvtøkan er skipað soleiðis, (1) tey lesandi skriva eina uppgávu í bólki um tvey ella fleiri úrvald evni frá skeiðnum (2) at tey lesandi verja uppgávuna einsæris (Próvtøkuorðingin verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Rúna í Skála