6857.22 - Undirvísing og læring VII - Vísindaástøði og háttaløg


Skeiðsnummar
6857.22
Heiti
Undirvísing og læring VII - Vísindaástøði og háttaløg
ECTS
5
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær 1) grundleggjandi førleikar at nýta ymiskar kanningarhættir á námsfrøðiliga og didaktiska økinum og 2) kunnleika um tær vísindaástøðiligu stevnur, ið liggja aftanfyri hesar hættir og ávirka teir.
Innihald
Grundleggjandi hugtøk í vísindaligum kanningarhættum og vísindaástøði • Positivisma • Tulkingarfrøði og fyribrigdarfrøði • Konstruktivisma • Spurnablaðskanningar • Viðtal • Eygleiðingar • Empiriskar kanningar, ið eru framdar í útbúgvingarøkinum
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: Sjálvstøðugur lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði, smærri uppgávur, bólkaframløgur og verkstovur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi hugtøkum í vísindaligum kanningarhættum og vísindaástøði • greiða frá og samanbera ymsar kanningarhættir • greiða frá og samanbera vísindaligar stevnur • meta um hvat eyðkennir álítandi gransking, og kjakast um hvussu gransking á skúlaøkinum eigur at ávirka tær avgerðir, ið verða tiknar innanskúla • leggja eina kanningarætlan á námsfrøðiliga og didaktisku økinum til rættis
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Fyri at standa skeiðið skulu lesandi vera virkin í bólkaarbeiði og handa inn smærri uppgávur gjøgnum alt skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen