6954.23 - Ítróttur sum undirvísingarfak I - Rørslulæra, kropslæra og ítróttadidaktikkur.


Skeiðsnummar
6954.23
Heiti
Ítróttur sum undirvísingarfak I - Rørslulæra, kropslæra og ítróttadidaktikkur.
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í ítróttadidaktiskum meginreglum og kropslæru megnar at skipa eina ítróttaundirvísing, ið byggir á fjølbroytta rørslulæru innan kjarnuøkini fimleik, frælsan ítrótt, útilív, bóltspøl og rútmu. Støði verður tikið í einstaklinginum – og arbeitt verður við støði í námsætlan fólkaskúlans.
Innihald
Skeiðið fevnir um trý høvuðsevni: - Grundleggjandi kropslæru - Grundleggjandi ítróttadidaktiskar meginreglur og leistir - Námsætlan fólkaskúlans og ítróttaundirvísing í verki
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiligi partur: Fyrilestrar, gestafyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, kjak, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur. Verkligi partur: Venjingar, fyrireikingar, framvísingar, undirvísingar, tillagingar, vitjanir uttanfyri húsið v.m.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at - lýsa grundleggjandi kropslæru - leggja til rættis og framvísa eina ætlan fyri hvussu ein ítróttatími innan námsætlan fólkaskúlans kann verða skipaður við upphiting, venjing og spæli - tillaga og menna rørsluaktivitetir við støði í rørslulæru og ítróttadidaktiskum meginreglum og leistum - taka støðu til og vísa fjølbroyttar læringartilgongdir í ítrótti, sum kveikja eina breiða rørslumentan og rørsluføri hjá børnum og geva hug til lívlanga kropsliga menning og rørslugleði - skapa eitt næmingalagað undirvísingartilboð í ítrótti, sum leggur upp fyri menning hjá einstaka næminginum - eisini um tað eru næmingar við serligum avbjóðingum ella serligum hegni - reflektera, diskutera, eftirmeta og tillaga lærugongdir í ítrótti í einum heildarsjónarmiði millum ástøði og praksis.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er bæði ástøðilig og verklig: (1) Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu, har ið tey greiða frá, hvussu tey høvdu skipað ein undirvísingartíma í ítrótti (2) Tey lesandi skulu undirvísa sínum floksfeløgum við støði í teimum tilmælum (t.e. ætlan og didaktiskar meginreglur), ið tey hava fest á blað. Ein stutt samrøða verður við tey lesandi aftaná undirvísingina. Skrivligi og verkligi parturin telja eins nógv og verða mettir í felag. Lesandi kunnu arbeiða sjálvstøðugt ella í tveymansbólkum. (Próvtøkan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður veittur við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Helgi Winther Olsen